Útselt til Madam Butterfly

Listastevnan nærkast og fyrireikingarnar ganga væl til stóra tiltakið, siga fyrireikararnir. Listastevnan byrjar 8. august og longu er útselt til aðra framførsluna av Madam Butterfly, men mangt annað spennandi er á skránni í hesum potti av fjøltáttaðum tilboðum, sum Listastevnan er

 

Í fjør varð gjørt av at halda stóra Listastevnu, har tað í veruleikanum verður rætt eitt tyssi av sera ymiskum tilboðum fram til føroysku fjøldina. So er bert at velja og vraka, tí løgið er tað, um ikki okkurt er til øll í hesum litríka tyssinum.

 

Opera er forkunnugt tilboð í Føroyum. Men áhugi er tó fyri hesi listagrein,letur til, tí longu nú er útselt til seinnu framførsluna av Madam Butterfly sunnudagin 19. august. Nøkur atgongumerki er tó eftir til leygardagin 18. august.

 

Nú Listastevnan nærkast, hava vit loddað dýpið og vitjað í Norðurlandahúsinum, har fyrireikingarnar fara fram.

 

Oddvá Nattestad, samskipari og Birgir Kruse eru tveir av fyrireikarunum av Listastevnuni. Tey siga, at tað gongur væl við fyrireikingunum.

 

 

 

Heðin Brú 100

 

Hyggur ein at skránni fyri stevnuna, so er skilligt, at nógv er á skránni. Oddvá Nattestad sigur, at eitt av forvitnisligu tiltøkunum er í samband við, at skaldið Heðin Brú hevði verið 100 ár í ár.

 

Gulla Øregaard er sett at samskipa tiltakið. Har verður millum annað sjáldsom framførsla á skránni. Tá Eyðun Johannesen og Jenny Petersen tóku við starvi hjá Grímu, Leikpalli Føroya, høvdu tey lítla framførslu fyri innbodnum, har tey leiktu væl kendu søgumenskurnar Ketil og Kálv. Hesa framførslu hava tey játtað at seta upp aftur á Listastevnuni. Mong fegnast helst eisini um at hoyra Marius Johannesen enn einaferð lesa hegnisliga upp í ÚF um júst feðgarnar báðar á ferð. Bergljót Joensen fer at greiða frá um Heðin Brú, Bárður Jákupsson, sonur skaldið, sigur frá um ættina og Jóhannus á Rógvu Joensen ger tónleik, við støði í bókmentunum.

 

Møguliga verður eisini filmurin um teir 3 varðarnar vístur. Hesin snýr seg um skøldini Heinesen, Brú og Matras og tað er eydnast at fáa fatur á eini filmrullu, ið sigst vera einasta eintak av hesum filminum.

 

Sjónleikarhúsið verður karmur um hesi tiltøk og kanska luttekur Føroya Skúlabókagrunnur eisini, tí sama dag kemur ein skúlabók út, ið hevur samband við skaldskapin hjá Heðini Brú.

 

 

 

Børn og vaksin

 

Den Jyske Opera kemur eisini at vitja Listastevnuna. Tey fara at framføra opera fyri børnum, ið snýr seg um Móses.

 

Hesar framførslur verða í Havn í Vesturkirkjuni og í Klaksvík í Christianskirkjuni. Felags fyri framførslurnar er, at tær eru ókeypis.

 

Listastevnan fevnir víða. Bæði so og so. Tiltøk verða kring landið og innihaldið er sera ymiskt. Lagt verður út við konsertini við Eran D D og James Olsen, Chilly Friday og Clickhaze. Her er Norðurlandahúsið farið í samstarv við Club 20 og henda konsertin verður í Høllini á Hálsi 8. august.

 

Annað slag av tónleiki, ið verður at hoyra, verður Kingosangur, so kræsnu oyruni hava sanniliga nakað at velja í.

 

Fyri vísuvinir er eisini okkurt at fara til. Rasmus Lyberth kemur úr Grønlandi og úr Íslandi kemur Bubbi Mortens.

 

 

 

Opera og Caput

 

Úr íslandi vitjatLára Steffansdóttir við ballett. Hon hevur júst verið í Finnlandi og fekk fyrsta pláss í kapping har.

 

Hon er gift við manninum handan tónleikabólkin Caput. Hesir fara at framføra verk eftir føroyskar tónasmiðir. Á skránni eru Kristian Blak, Tróndur Bogason, Sunleif Rasmussen og eisini eftir Nordstrøm.

 

Jóannes Andreasen verður solistur og Ólavur Jacobsen leikar eisini við á hesum framførslum.

 

 

 

Blað um stevnuna

 

Mangt og ymiskt er at fara til, tá stevnan byrjar 8. august. Men lætt verður hjá fólki at fáa eitt yvirlit yvir skránna og tilboðini. Brynhild Thomsen, tíðindakvinna, hevur fyri Norðurlandahúsið lagt eitt blað tilrættis, har greitt verður frá tiltøkunum. Blaðið kemur út sum eykablað hjá Dimmalætting.

 

Millum 8. august og 19. august nýtist ongum føroyingi ella vitjandi at keða seg. Tiltøk verða kring alt landið. Býtt á leið so, at helmingurin verður í Havn og restin kring landið. Hetta er eisini gjørt fyri at fáa fólk at fara úr Havnini, um okkurt er, ið hevur teirra áhuga.