Gentubólkurin FAROE5 er ikki ein gentubólkur burtur av longur. Jónvá Ellingsgaard er farin úr bólkinum og Thor Simonsen er komin inn. Hetta boðar bólkurin frá á Facebook-síðu sínari, har eisini hesi stuttu boð standa:
- Thor er nú vorðin fastur limur í popbólkinum FAROE5. Samstundis hevur Jónvá fyri nøkrum mánaðum síðani valt at fara úr bólkinum. Hetta fyri at brúka alla sína orku upp á skúlan, nú endaligu royndirnar í 3.G liggja fyri framman. Vit ynskja Jónvu góða eydnu við próvtøkunum, og takka henni fyri tíðina í FAROE5.
Thor Simonsen, sum fyri nøkrum árum síðani gav út fløguna International, er tó á ongan hátt eitt nýtt andlit í FAROE5. Hann var við á lagnum »Eina langa nátt« á fløguni hjá FAROE5, sum bar sama heiti sum bólkurin. Harumframt hevur hann eisini verið partur av fleiri konsertum hjá bólkinum.