Útspilling spillir fólkaræðið

Politisku leiðararnir í Føroyum og ábyrgdarpersónar fyri almenna orðaskiftið annars, hava eina felags ábyrgd.

 

Høgni Hoydal

??????????????



Politisku leiðararnir í Føroyum og ábyrgdarpersónar fyri almenna orðaskiftið annars, hava eina felags ábyrgd. Tann støðugt vaksandi útspillingin í politiska orðaskiftinum kann ikki góðtakast. Eitt minstamark má vera fyri, hvat verður sett á prent og hvat fólkavaldir politikarar siga alment.

Eitt lívligt, beinrakið og hvassorðað orðaskifti er gagnligt fyri fólkaræðið. Serliga eiga politikarar og almennir persónar at tola hvassar viðmerkingar og ikki minst at tola skemt og satiru, sum er persónlig og gongur nær.

Sjálvur haldi eg, at tað er bæði upplýsandi, gagnligt og skemtiligt ? ja, eg kann liggja flatur í látri ? tá ein vælorðað ella vælskrivað viðmerking fær meg at hugsa, endurskoða og flenna at mær sjálvum og at síggja mína politisku sannføring við eygunum hjá øðrum. Eisini duga nógvir orðsnillingar at vera persónligir á ein bæði stuttligan og skilvísan hátt.

Meira av tí.

Men álvaratos. Geva fólk sær far um, hvat dagliga verður prentað í viðmerkingum í føroyskum bløðum, og hvat fólkavaldir politikarar siga av tingsins røðarapalli?

Tað hevur onki við skemt, politiskt orðasnildi ella hugflog at gera.


Samanborin við bølmenni

Bara seinastu fáu vikurnar hava trøllvaksin fólk ? enntá politisk vald umboð fyri stórar flokkar - skírt politikarar við aðrari sannføring alt frá Hitleri til Pol Pot.

Formaðurin í einum politiskum flokki samanber eina demokratiska løgtingssamtykt um niðurskurð í blokkstuðlinum við ?Krystallnáttina?.

Aðrir tingmenn hava samanborið ein niðurskurð í blokkstuðlinum við ræðuligu terrorálopini í USA.

Og í sama viðfangi ákæra somu fólk tey, sum tey spilla út, fyri at vilja konfrontasjón. Tey fara enntá so langt sum at leggja onnur undir at hava ákært tey fyri landasvik o.a. ? hóast ongin hevur tikið slíkt uppá tunguna. Helst er hetta fyri at rættvísgera sínar egnu útspillingar.

Hetta er ikki bert burtur úr vón og viti í føroyska orðaskiftinum. Tað er ein vanvirðing av øllum teimum, sum veruliga eru rakt av ræðuleikum nú og í heimssøguni.


Orðaskiftið í bløðunum

Lesarabrøvini í bløðunum eru ofta á sama útspillingarstøði ? og hvussu skal tað verða, tá fólkavaldir og universitetslektarar ganga undan?

Í einum blað havi eg sæð eina grein uppafturprentaða úr danska blaðnum Weekendavisen, sum letur ein navngivnan føroying leggja undirritaða undir at hava havt samband við politisku skipanirnar eystanfyri jarntjaldið, áðrenn tær fullu, umframt eina røð av útspillingum ímóti eini heilari familju.

Tað tekur ein minutt at kanna og prógva, at alt sum í greinini stendur, er lygn og heilaspuni úr endan í annan ? um tað altso var veruleikin mann ynskti at lýsa.


Misnýtsla av skaldskapi

Eitt annað blað hevur latið sama persóni, sum fantaseraði í Weekendavisen, rúmd til at almannakunngera eina sonevnda greinarøð um okkara mæta skald, Heðin Brú.

Tann, sum troystar sær at lesa hetta, fær eftir mínum tykki innlit í ta grovastu politisku misnýtslu av einum skaldi, sum er sædd nakrantíð. Skaldskapurin og lívssøgan hjá Heðini Brú verða misnýtt til at spilla út øll farin, núlivandi og komandi sjálvstýrisfólk í Føroyum og at skammrósa ávísum politiskum flokki og oddamonnum.

Hevði so verið ein skemtiligur broddur í, so kundi ein skilt tað. Men tað tykist sum alt verður sagt í ramasta álvara. Ófatiligt, at eitt blað prentar tílíkt, ið helst hóskar betur í eini sjúkrajournal.


Óskyldug fólk fyri skotum

Havi leingi havt ta vón, at skilafólk fóru at tala at og fáa eitt minstamark av skili at galda í orðaskiftinum.

Sjálvur kann eg liva við nógvum og bara rista høvdið at persónligum útspillingum ? tað eiga politikarar at tola.

Men eg vil ikki tigandi góðtaka, at bæði floksfelagar og øll farin og núlivandi tjóðveldisfólk skulu dragast við í óhumskuna, tá lagt verður eftir mínum persóni. At tey skulu fáa slíkt omanyvir seg, bert tí tey stuðla einum frælsum Føroyum og vilja hava fólkaræði at galda í Føroyum.

Hvat er tað fyri eitt samfelag, har tað skal elva til útspilling at virka fyri, at fólkaræðið verður framt, so Føroya fólk fær allan avgerðarrætt og rættin til sítt egna land?


Ein áheitan á politiskar flokkar og pressu

Hugsið tykkum, um slíkar útspillingar vórðu gjørdar í okkara grannalondum. Um Jens Stoltenberg hevði kallað Kjeld Magna Bondevik fyri Hitler ella Pol Pot? Ella um Anders Fogh Rasmussen hevði samanborið eina demokratiska fólkatingsavgerð við Krystallnáttina?

Í Føroyum er langt síðani farið langt út um mark Tí vil eg hervið alment heita á formenninar í politisku flokkunum og annars øll, sum hava ábyrgd fyri almennum orðaskifti um at seta mørk og siga sína hugsan um hesi viðurskifti.

Í Tjóðveldisflokkinum hava vit fleiri ferðir viðgjørt málburð og politiska framferð hjá okkum sjálvum, og politikarar hava sjálvir tikið avleiðingar av hesum. Fjølmiðlarnir hava eisini gjørt nógv burturúr ymsum hendingum - hóast tað ikki hevur verið í nær námind av tí, ið verður sagt og sett á prent frá øðrum politikarum og flokkum dagliga.

Valstríðið er longu byrjað ? við yvirbjóðing á so mongum økjum. Tað verður ikki tespiligt, um eisini verður yvirbjóðað við útspillingum.

Lat okkum eggja til at hvessa vitið ? ikki til at skerpa óvitið.