Atfinningarnar móti samstarvinum millum smápartafelagið Fjølvinna, Kringvarp Føroya og kreativu avtaluna, sum partarnir hava gjørt um nýggjárssendingina í sjónvarpinum, hava verið sera nógvar. Ein av atfinningarsomu røddunum er Øssur Winthereig, journalistur, sum undir yvirskriftini ”Privatøkonomisk sniðálop á trúvirðið” hevur ógvuliga hvassorðaðar viðmerkingar um samstarvið á sínum bloggi, winthereig.blogspot.com.
Flestu atfinningarnar eru tó komnar úr Miðlahúsinum, sum við oddagreinum og journalistiskari framleiðslu til ymsu pallarnar, Sosialin, Rás2 og in.fo, hevur varpað ljós á fleiri ivasom viðurskifti kring samstarvið millum felagið hjá Kára Durhuus og Kringvarp Føroya.
Hóast hetta valdi Kári Durhuus at bjóða Eiriki Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra, við í nýggjárssendingina, soleiðis at hann sjálvur, Eirikur og Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, kundu viðgera evni fyri opnum skermi, sum Kári tók til.
Nógvir hattar
Sum so mangt annað í hesari sjónvarpsframleiðsluni, so varð heldur ikki hesin parturin av sjálvari sendingini avgreiddur sum ætlað. Eitt nú riggaði mikrofonin hjá Kára Durhuus ikki, og innslagið, sum skuldi vera grundarlagið undir sjálvum prátinum millum Kára Durhuus, Eirik Lindenskov og Dia Midjord, varð ongantíð víst.
Tískil fingu vit ikki at vita, hvat eitt nú Øssur Winthereig, Ingolf S. Olsen, Árni Gregersen halda um samansetingina við almennum og privatum á henda hátt.
Men tað, sum stendur eftir, er, at Fjølvinna og Kringvarp Føroya útstillaðu ovurhondsstóra trúvirðistrupulleikan, sum tey í felag hava skapt.
- Kári Durhuus er stjóri í einum smápartafelag, sum skal tjena pengar. Høgni í Jákupsstovu, sum situr har og spyr meg, arbeiðir hjá Kára Durhuus og hann arbeiðir hjá Dia Midjord. Halda tit sjálvir, at tit liva upp til trúvirði við at gera hetta, spurdi Eirikur Lindenskov teir tríggjar í beinleiðis prátinum og svaraði sjálvur:
- Eg haldi, at tit seta trúvirðið hjá Kringvarpinum sum stovni upp á spæl við hesum.
Hetta kundi Eirikur Lindenskov føra fram, tí hann byrjaði sendingina við at spyrja Høgna í Jákupsstovu, sum skuldi stýra samrøðuni, hvønn hann arbeiddi fyri, tá hann setti sær spurningar. Var tað fyri Kára Durhuus og privata smápartafelagið Fjølvinna, ella var tað fyri Dia Midjord og almenna Kringvarp Føroya, har hann eisini er í starvi?
- Eg arbeiði sum spyrjari í sendingini, ljóðaði ikki serliga sannførandi svarið frá Høgna í Jákupsstovu, áðrenn hann síðani segði, at hann hetta kvøldið fekk løn frá bæði Kringvarpi Føroya og Fjølvinna.
Hetta fekk Eirik Lindenskov til at spyrja Dia Midjord, um tað ikki skalaði trúvirði hjá hansara fólkum, at fólk sum vanliga arbeiða sum tíðindafólk í hansara stovni, eisini selja lýsingar og sponsoratir fyri eina privata fyritøku?
- Eg haldi, at tað, sum er umráðandi, er, at vit skilja tingini at, gjørdi Dia greitt, áðrenn Eirikur breyt hann av og spurdi:
- Og tað gera tit við at blanda tingini saman? Við blanda fólkini saman?
Brotið rundskriv
Ein av atfinningunum, sum Miðlahúsið hevur ført fram undan nýggjárssendingini, varð, at Kringvarpið hevði brotið eitt rundskriv frá Fíggjarmálaráðnum. Og tað viðgekk Dia Midjord meiri ella minni.
- Tað er partvíst rætt, at vit hava brotið tað, segði Dia Midjord.
Men Kári Durhuus hevði eftir øllum at døma ikki serliga nógv til yvirs fyri rundskrivinum, sum Fíggjarmálaráðið sendi út tann 1. oktober. Hetta skrivið sigur, at allar tænastur, sum kosta yvir 50.000 krónur, skulu bjóðast út.
- Tað er nakað ræðulig humbukk at liggja og bjóða sendingar út í Kringvarpinum. Um tú hevur eitt hugskot, so er tað einki sum forðar tær í at fara til Kringvarpið við tí, uttan at eg skal hava møguleika at siga, at eg kann gera tað betri. Soleiðis hevur Kringvarpið altíð virkað, gjørdi Kári Durhuus greitt og legði aftrat, at hann legði einki í hatta rundskrivið. Hetta hóast Dia Midjord ásannaði, at tað var ein feilur, at tað ikki var boðið út.
- Dia hevur brotið eitt rundskriv frá fíggjarmálaráðnum. Tú (Kári, blðm.) sigur, at rundskrivið er nakað humbukk, og tit báðir eru so samdir um tað, at tit skulu gera hesa sendingina, tí eingin annar áhugaður partur var. Eg haldi, at her er so nógv, sum skurrar, helt Eirikur Lindenskov fyri í sendingini, sum harvið útstillaði ovurhondsstóra trúvirðistrupulleikan meiri enn atfinningarnar úr Miðlahúsinum, frá Øssur Winthereig og øðrum annars hava gjørt.
Vit høvdu ætlað at fingið eina viðmerking frá Dia Midjord og Bjørn Kalsø, men hvørgin teirra svaraði.
rolant@sosialurin.fo