Virðisbrævamarknaður Føroya góðkendi í dag ein roknskap við 8 milliónum í yvirskoti. 5,5 milliónir verða rindaðar í yvirskoti
Sigurd Poulsen stóð fyri vali og varð afturvaldur sum formaður.
Í tíðindaskrivi sigur Virðisbrævamarknaðurin, at góða fíggjarliga úrslitið í 2007 (eins og í 2006) stavar frá strategisku avgerðini at samstarva við íslendsku Kauphøllina og avgerðini hjá íslendska fíggjarmálaráðharranum at selja VMF sín ognarpart í Kauphøllini. Kauphøllin gjørdist partur í fyrst eini norðurlendskari konsolidering, tá OMX keypti Kauphøllina, og síðan eini altjóða konsolidering av børsum, tá NASDAQ keypti OMX. Hetta hevði við sær, at VMF fekk stívliga 19 mió kr. fyri partabøvini sum vórðu keypt fyri 1,6 mió kr.
Í 2007 vórðu tríggjar føroyskar fyritøkur listaðar. Tær eru Føroya Banki, Eik Banki og Atlantic Airways.