Átta ára bíðitíð endar um tríggjar vikur

Fótbóltur: Eftir at HB sunnudagin vann 3-1 á B68, sær nú út til, at átta ára langa bíðitíðin hjá elsta havnarfelagnum endar um tríggjar vikur

HB tók kanska næstseinasta fetið fram móti FM-heitinum við at vinna 3-1 á B68, men høvdu toftamenn brúkt sínar møguleikar, tá teir fingu teir, er tað als ikki vist, at oddaliðið hevði fingið øll stigini.

Fróði Benjaminsen, Øssur Jacobsen og Jákup Djurhuus høvdu allir góðar møguleikar fyri at skora á ymsum tíðum í dystinum, áðrenn HB kom upp á 3-1 og avgjørdi dystin.

Hinvegin ber tað ikki til at siga, at HB ikki hevði uppiborið at vunnið, tí um nakað av liðunum var betri, so var tað HB, men burtursæð frá seinnu helvt av fyrra hálvleiki var munurin á vøllinum ikki størri enn so.

Toftamenn vóru skerdir til dystin við tað, at Jan Petersen sat uttanfyri við leikbanni. Og dysturin var ikki 20 minuttir gamal, tá Jákup Eli Olsen noyddist út við fipurspreinging. Mannbjørn Nesá kom inn fyri Jákup Eli, og Sámal Erik Hentze (spældi sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin) fór aftur á aftasta mann.


Allan setti hol á

B68 skuldi nú venja seg við broytingarnar, og tað gekk eisini bert ein lítil minuttur, frá Jákup Eli var farin út, til HB legði seg á odda.

Ingi Rasmussen, sum hesaferð fekk kjansin frá byrjan fyri leikbannaða Johannes Joensen í høgru verjusíðu, sendi Allan Mørkøre avstað í høgru síðu. Mørkøre-maðurin setti ferð á, og komin inn móti brotsteiginum smekkaði hann bóltin framvið Allani Joensen í B68-málinum til 1-0. Allan Mørkøre sá nakað rangstaddur út, tá bólturin varð spældur til hann, men málið taldi, og so var HB á odda.

Dømingin var eisini heimaliðnum til fyrimunar í einum av fyrstu minuttunum av dystinum, tá eitt B68-innlegg endaði í beinunum á HB-verjuleikari, sum spældi aftur til málmannin, ið tók bóltin í føvningin. Hetta er jú ikki loyvt longur, men dómarin, sum annars stóð væl fyri, dømdi einki?

Men tað var uppiborið, at HB kom á odda, og tað var ikki heilt tilvildarligt, at tað var Allan Mørkøre, sum fekk fyrsta málið. Allan var klárt besti maður á vøllinum, og í roynd og veru var hann munurin millum liðini.


Nervar

Annars tyktust fleiri av HB-monnunum í løtum at hava nervarnar uttaná troyggjuni. Nógv stóð upp á spæl áðrenn dystin í Klaksvík komandi sunnudag, og um tað hevði viljað illa til, og HB hevði tapt henda dystin og fingið okkurt leikbann til KÍ-dystin, sum so kanska eisini hevði verið taptur, hevði kappingin í toppinum knappliga verið rættiliga opin aftur.

Men hetta bleiv ikki aktuelt, tí aftan á leiðslumálið fekk HB gott skil á spælið og hevði sítt besta tíðarskeið í dystinum. Teir fingu tamarhald á miðjuni, meðan tað hekk sera illa saman hjá B68. Tá so toftamenn komu fram móti málinum hjá Kaj Leo, valdu teir sum oftast skeivu loysnirnar ? royndu sjálvir, tá teir skuldu spælt, og øvugt.

Og 1-0 bleiv til 2-0, tá 33 minuttir vóru spældir. Málið líktist nógv tí fyrra. Tað var aftur Allan Mørkøre, sum fór framvið í høgru, men hesaferð royndi hann seg ikki sjálvur, men spældi flatt innfyri til Súna Fríða Johannesen, sum hevði lætt við at skora til 2-0.


Olaf breyt beinið

Seinni hálvleikur byrjaði við einum risastórum kjansi til Jákup Djurhuus, men einsamallur við Kaj Leo Johannesen var HB-málverjin kaldari og bjargaði veika skotinum.

Hálvleikurin var tíggju minuttir gamal, tá B68 misti ein spælara afturat. Olaf Højgaard kom illa fyri og noyddist av vøllinum. Seinni vísti tað seg, at hann hevði brotið beinið, og tað kemur illa við hjá toftamonnum, sum ikki hava breiðasta hópin í landinum.

Tað sá annars løgið út, tá ein av HB-liðleiðarunum kom út og togaði Olaf, sum lá beinbrotin á vøllinum, út um síðulinjuna. Hví HB hevði sovorðnan skund, er ilt at siga. Teir vóru á odda 2-0 og kundu taka tað rættiliga róligt, og hjálparfólk hjá B68 vóru eisini hjá spælaranum.

Fyri Olaf kom Arnfinn Olsen á vøllin, og Bogi Petersen kom inn fyri Janus Thomsen til sín fyrsta landskappingardyst í 1. deild. Og hann fekk eina góða »debut«. Tað vóru spældir 62 minuttir, tá Øssur Jacobsen sendi innfyri úr høgru síðu, HB-verjan ansaði ikki nóg væl eftir, og debutanturin kundi uttan at gera nakað hóvasták burturúr stýra bóltinum framvið Kaj Leo. Beint áðrenn hetta hevði HB annars spælt bóltin sínámillum aftur og fram í næstan tveir minuttir, uttan at nakar toftamaður nart við hann!


Ikki oddalið av ongum

Nú var 2-1, og ein hevði varhuga av, at um útiliðið fór at fáa eitt mál afturat, kundi verða galin endi hjá heimaliðnum. Men tað er ikki av ongum, at HB er á odda í 1. deild. Teir lótu ikki B68 koma nærri enn tað eina málið, og tá teir settu tveir frískar mans inn (John Hera Dam og Eyðun Højgaard), fingu toftamenn trupult at fylgja við. Og lættari bleiv tað ikki móti endanum, tá Bárður Mortansson avloysti Súna Fríða Johannesen. Nakrir tekniskir leskibitar úti í høgra horni góvu ábendingar um, at hesin maðurin hevði okkurt at prógva, og tað var eisini hann, sum í 85. minutti legði innfyri til Allan Mørkøre, sum við handaru stong var hægstur og skallaði í málið til 3-1. Dysturin avgjørdur og trý ikki sørt avgerandi stig til oddaliðið, sum nú hevur allar møguleikar fyri at ogna sær sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1990. Fyri eitt sigursvant felag sum HB eru átta ár uttan FM-gull sera leingi at bíða, men alt bendir nú á, at um tríggjar vikur er bíðitíðin av.