Modellin Ingibjørg hevur sera langt og tjúkt hár. Vera hevur nýtt hana einaferð fyrr til salongshow í 2007.
Tá avgerðin var tikin, at tað var eitt træð, sum skuldi gerast, fóru tær út at leita eftir leyvum at festa í hárið og greinar til armarnar hjá Ingibjørg.
- Vit byrjaðu klokkan 10 um morgunin og vóru lidnar um klokkan 18. greiðir Vera Larsen frá. Tær vóru allar við frá salongini og skiftust um at arbeiða við trænum.
Hárið varð viklað upp á jarntræðrir so, at tað skuldi síggja út sum greinar.
Ingibjørn varð øll sum hon var, rulla inn í svarta foliu, og greinar stungnar inn, so at hon rættiliga sá út sum eitt træð.
Hon varð smurd við heystligum litum, brúnt, grønt og gylt.
Ein av dómarunum á salongshowinum, Karin Sólsker sigur, at tað var ein total "waw-effekt" tá træðið kom inn á pallin.
- Tað var so stórt og so ómetaliga flott, so har var eingin ivi í, at hetta var vinnarin, greiðir Karin frá.
Vera Larsen er glað um, at tær vunnu og staðfestir at hetta nokk ikki er ein frisýra man ger tvær ferðir.
Salong Evoke vann bólkarnar damur og harrar.