Átta vøllir skulu brúkast til NM

NM-kappingini fyri U17 landslið í fótbólti kemur víða í Føroyum. Kappingin verður spæld fyrstu vikuna í august, og dystir verða í Havn, Klaksvík, Runavik, Fuglafirði, á Skála, Argjum og Toftum


Í døgunum frá 31. juli til 5. august verður NM fyri U17 landslið í fótbólti spælt í Føroyum. Átta landslið verða við í kappingini, og umframt føroysku U17 og U19, koma eisini Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Finland og Ongland til Føroya at spæla.
Fyrstu dystirnir verða spældir mánadagin 31. juli, og tá skal føroyska U17 landsliðið spæla ímóti Danmark í Klaksvík. U19 landsliðið spælir ímóti Noregi í Havn. Hinir dystirnir eru Finland-Ísland (Skála) og Ongland-Svøríki (Havn).
Týsdagin 1. august verður spælt soleiðis: Danmark-Ísland (Argir), Føroyar-Finland (Havn), Føroyar U19-Ongland (Klaksvík), Svøríki-Noreg (Toftir).
Hósdagin 3. august er skráin hendan: Ísland-Føroyar (Havn), Finland-Danmark (Havn), Ongland-Noreg (Fuglafjørður), Svøríki-Føroyar U19 (Runavík).
Leygardagin 5. august verður spælt um plaseringar í kappingini, og tá verða allir dystirnir spældir í Havn, har væði ovari og niðari vøllur verða brúktir.