Áttanda finalan á rað

Steypaliðið fram um øll hini er aftur í ár partur av mansfinaluni í hondbólti

Hondbóltur

 

Níggju av seinastu tíggju ferðunum hevur StÍF verið partur av mansfinaluni í hondbólti. Av teimum níggju eru sjey endaðar við sigri til StÍF, og tí er eingin ivi um, at strandingar aftur í ár hava góðar vónir um, at teir skulu lyfta steypinum enn einaferð.

 

Settu ferðina upp

Fortreytirnar eru í øllum førum til staðar, eftir at StÍF vann tryggan sigur á veteranunum hjá Kyndli í hálvfinaluni. Fyrra dystin vann StÍF 37-15, og við sigrinum í gjár gjørdist samlaða úrslitið 76-44.

Í gjár hekk Kyndil við eina løtu. Fyri steðgin var ikki tann heilt stóri munurin á liðunum báðum, men tá ungu og topp-trimmaðu strandingarnir settu ferðina upp eftir steðgin, beyð ikki bøtur, tá væntaði sigurin varð spældur heim.

 

Vandi í vælferðini

Og lítil ivi er um, at strandingar eisini eru favorittar í finaluni. Líka mikið um mótstøðuliðið eitur Kyndil ella H71.

Einasti vandi í vælferðini man vera, at StÍF eisini er somikið væl við í landskappingini. Hóast StÍF tey nógvu seinastu árini hevur havt ein stóran leiklut í toppinum av føroyskum hondbólti, so er greipan ikki vunnin hesi árini kortini. Teir vórðu annars meistarar í bæði 1999 og í 2004. Men júst tey bæði árini taptu teir eisini steypafinaluna. Seinnu ferðina enntá móti Kyndli, sum væl kann hugsast at verða mótstøðuliðið hesaferð.

 

Fakta um dystin

Kyndil II-StÍF 29-39 (15-17)

StÍF víðari við 44-76

10 min: 5-5

20 min: 7-11

40 min: 17-16

50 min: 21-30

Málskjúttar

Kyndil: Rúni Johansen 10(1), Jónleif Sólsker 9(1), Brian Poulsen 4, Uni Wardum 3(1), Hannis Wardum 2, Kári R. Nielsen 1

StÍF: Bárður Danielsen 7, David Edvardsen 7(1), Rúni Niclasen 5, Jón Rasmussen 5, André F. Danielsen 4, Borgar Danielsen 2

Brotskøst: Kyndil 4, StÍF 1

Útvísingar: Kyndil 2, StÍF 1

Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg