Ættarsøga av Dunganum í Syðrugøtu

Í sambandi við frásøguna hjá Hensiu, fara vit at endurgeva frá­søgn um ættina á Dunganum, sum Nena Danielsen, f. Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu, skrivaði í 2004 í FF-blaðnum. Umframt at vera ein lýsing av eini merkisverdari ætt, er hetta eisini ein áhugaverd lýsing av lívinum í Føroyum, serliga fyrrapartin í farnu øld.
Omma Nenu var av Dunganum og pápi hennara, Poul Amaliel, var systkinabarn Poul Andreas, sum Hensia giftist við.

Dungafestið
Dungafestið í Syðrugøtu, sum er 2 ½ mørk kongsjørð, hoyrdi upp­runa­liga til festið Innan í Oyri. Bóndin har býtti festið millum tveir synir, so annar fekk hálva triðju mørk, meðan 5 merkur vóru eftir Inni í Oyri. Teir báðir festu hvør í sínum lagi 11. desember 1772.
Tann fyrsti bóndin á Dunga­festinum, Poul Joensen, giftist 30. september 1764 við Elisabeth Heinedatter. Tey fingu børnini Joen Poulsen, Heine Poulsen og Poul Poulsen.
Av tí, at tann elsti beiggin, Joen, var krypil, festi tann næstelsti beiggin, Heini, garðin 14. november 1794. Hesin giftist við Maren Jo­hans­datter. Tey fingu ein son, Poul Heinesen, føddur 4. juni 1797.
Poul Heinesen gekk burtur við seiðabáti úr Gøtu á heimveg úr Nólsoy. Hann hevði ikki fest. Hann var giftur við Anne Katrine Jacobsdatter úr Tjørnustovu í Norðragøtu.
Hon giftist uppaftur við Jacob Pedersen úr Elduvík, sum so festi á Dunganum. Tey fingu fýra børn. Eitt av teimum var Poul Jacobsen, abbi Poul Andreas. Hini vóru: Jacob, Peder og Kirstine, nevnd Kyrstin, sum giftist til Eiðis.
Poul fekk sær konu úr Leirvík, Anna Malena Jacobsdatter, ættað úr býlinginum Uppi við Garð. Hann var sjúkligur maður og nógv plágaður av astma. Tað sigst, at Anna Malena, kona hansara, var ógvuliga dugnalig bóndakona.
Hóast hetta var eitt lítið festi í mun til onnur, tóku tey ímóti fólki, sum kom til bygdina. Hetta ber boð um dugnasemi og blíðskap. Poul og Anna Malena fingu 5 børn.
Tað elsta, Anna Katrina Jacob­sen, fødd 5.1.1864, var omma Nenu. Hini vóru:
Jacob Jacobsen, f. 12.6.1867, Pápi Poul Andreas. Hann tók við festinum eftir faðir sín.
Petur Jacob Jacobsen,
f. 20.5.1869.
Absalon Jacobsen, f. 1.10.1871.
Dorthea Jacobsen, f. 31.7.1875.

Jákup var ein bygdarmynd
Dunga Jákup, pápi Poul Andreas, var ein bygdarmynd, tað eg kann minnast. Ein, sum vit børn vóru ógvuliga góð við. Jákup var eitt av ljóðunum, ið hoyrdi morgunin til. Hann fór upp við hønunum, og hann elskaði tær. Tað fyrsta hann gjørdi, var at geva teimum. Jákup hevði astmabronkitis, og tað var altíð hark og stunandi ljóð at hoyra frá honum, har hann gekk. Eisini hetta hoyrdi til. Jákup átti ein lítlan føroyskan hest, sum var fittur og spakur. Palli bróðir plagdi ofta at hjálpa Jákupi at reiða tøð og torv, og so fekk hann loyvi til at lána hestin viðhvørt. Eg minnist meg hava verið við Palla eftir torvi, og eg slapp onkuntíð at sita uppi á hestinum.

Tað stóð í “Ugens Nyheder”!
Jákupi dámdi væl at lesa. Hann helt blaðið “Ugens Nyheder “. “Jú, sanni­liga passar tað“, plagdi hann at siga, “tað stendur í Ugens Nyheder”. Jákup og enski politikarin og for­­sætis­ráðharrin Chamberlain vóru javngamlir. Hesin var yndis­politikarin hjá Jákupi. Chamberlain hevði verið í Týsklandi og for­handl­að við Hitler, sum ongantíð helt tað, hann lovaði. Men teir báðir Jákup og Chamberlain trúðu uppá frið. “Sanniliga verður einki kríggj í okkara tíð. Tað sigur Chamber­lain!”
Jákup var heitur sambandsmaður og kongatrúgvur um ein háls. Eina­ferð, kongur kom til Føroya, hoyrdist, at hann skuldi koma til Gøtu og Fuglafjarðar. Jákup fekk tá Petur á Hædd, ættaður úr Klaksvík og giftur við Sannu í Barbustovu, at smíða eitt skelti á flaggstongina við áskriftini “Lad veje højt vort Kongeflag” málað á skeltið. Men kongur sá ongantíð orðini, Jákup hevði ætlað at æra hann við. Fylgið kom slett ikki inn í bygdina. Tað helt ferðina fram við Norðragøtu og beint til Fuglafjarðar.
Heimið hjá Jákupi og Biritu vóru eini hús, har teir ungu og hálvvaksnu dreingirnir savnaðust vetrarkvøldini. Mannfólkið var til skips um summarið, men um veturin var nógvur ungdómur í bygdini. Birita sat við stokkum. Onkur av teimum ungu dreingjunum plagdi ofta at tríva í rokkin og spinna fyri hana. Hon gramdi seg oftani um, at hon hevði ongan stubba at kasta uppá stokkarnar. At binda hevur hjálpt til, at hon kundi lata sær lynda, ongantíð at eiga køkin fyri seg sjálvan. Palli bróðir og Sverri hjá Havna Jákupi spunnu ofta fyri hana. Hon vildi sita á bríkini við eldin og binda. Tað plássið mátti hon tryggja sær, áðrenn tað fyltist við ungdómi, tá ið kvøldið kom. Jákupi dámdi væl millum hetta unga fólkið. Prátið gekk lættliga, søgurnar vóru nógvar. Ofta varð havt á munni, at tað er mangt millum himmal og jørð, ið vit ikki skilja. Kanska varð tað eisini væl kryddað, tá ið søgurnar vórðu fortaldar. Tað skuldi nokk ikki altíð vera líka spennandi at fara út í myrkrið aftaná! Serliga undir krígnum, tá ið alt var myrkalagt, og tú ikki hevði loyvi til at brúka lummalykt.

Gjørdist abbi og omma á ellisárum
Um hetta mundið giftist einka­son­urin Poul Andreas, uppkallaður eftir Poul og Onnu Malenu, abb­anum og ommuni í Dunganum. Jákup og Birita mundu hava mist alla vón um at fáa son at festa garðin eftir seg. Men aftaná at hava verið gift í 16 ár hendi undrið. Tey fingu ein son. Birita var 40 ár, tá ið hon fekk Poul Andreas. Birita var komin væl til aldurs, 73 ár, áðrenn hon upplivdi at blíva omma. Jákup var 78 ár tá. Poul Andreas var 31 ár, áðrenn hann giftist. Birita var eisini hjartans fegin, tá hesi smáu hjá Hensiu og Poul Andreas komu uppá strípu, og hesar smáu føtur trippaðu um hana. Man hon ikki hava følt seg eitt við Sáru, sum í elli fekk lyftið um, at hon skuldi gerast eitt stórt fólk!
Poul Andreas fekk sær bónda­konu úr Streymnesi, Hensiu Zacha­riassen. Tað vísti seg skjótt at vera væl valt. Hon kundi síni ting bæði so og so. Birita legði alla húsførslu frá sær í somu stund, hin unga konan kom í húsið. Birita legði alt í hennara hendur.
Heima hjá Poul Andreasi og Hensiu hevur altíð verið eitt stað, har mær hevur dámað at koma inn á gólvið og møta stórum blíðskapi. Tey hava eisini varðveitt ta serligu atmosferu av Guðstrúgv og virðing fyri teimum andaligu tingunum, sum gjøgnum allar tíðir hevur verið grundstuðulin undir ættini á Dunganum. Alt í alt haldi eg, at søgan um Jákup ommubeiggja er ein sólskinssøga.
----------

Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia millum annað frá, tá ið prósturin á Nesi og gamli Sloan svóvu í somu song.