ÆTTARSTEVNA
Tíðindaskriv
Tummas Thorsvig var ættaður úr Hósvík, flutti til Skopunar sum ungur og giftist Paulinu Petersen úr Klaksvík.
Tummas og Paulina fingu hesi børnini: Johannes Otto Mittelstein, Skopun, Helena Mohr, Vágur, Dagmar Johansen, Tórshavn, Valborg Weihe, Selatrað og Jona Joensen, Hvítanes.
Paulina doyði á ungum árum, og Tummas giftist uppaftur við Abreu Jakobsen.
Tummas og Abrea fingu hesi børnini: Lina Thomassen, Sørvágur, Tóra Lið, Sørvágur, Aslaug Carlsen, Tórshavn, Sjúrður Thorsvig, Selatrað, Sámal Thorsvig, Danmark, Elsebeth Johanna Davidsen, Sørvágur.
Abrea átti í fyrru giftu síni við Samuel Fredrik Jakobsen hesi børnini: Herluf Jakobsen, Skopun, Simonu Johannesen, Tórshavn, Solfrid Lucassen, Skopun.
Allir eftirkomarar hjá omanfyrinevndu - við makum og børnum - verða boðin við til stevnuna.
Ætlanin er at byrja stevnuna fríggjakvøldið 25. juli í Hósvík, har m.a. verður møguleiki fyri at síggja barnaheimið hjá Tummasi. Møtt verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl 17.
Upplýsast skal, at møguligt er at sleppa til Skopunar við Teistanum kl 21.00 fríggjakvøldið. Annars er fyrsti túrur hjá Teistanum leygarmorgunin kl. 8.45 av Gomlurætt.
Leygardagin verður bygdarhúsið Samljóð í Skopun karmur um stevnuna. Kl. 10 um morgunin verður kunnað um skránna fyri dagin. M. a. verður skipað fyri gongutúri, útferð við báti ? um viðrar - og rundvísing í bygdini. Møguleiki verður eisini fyri at fáa okkurt til matna.
Kl. 19.00 verður veitsla í Samljóð. Tey, ið ikki ætla at gista á Sandoynni, hava møguleika at sleppa til Gomlurætt um midnáttina leygarkvøldið. Hesi vera vinarliga biðin um at siga frá hjá onkrum av niðanfyrinevndu stigtakarum.
Sunnudagin verður farið í kirkju í Skopun kl. 12.00. Ættarfaðirin, Tummas Thorsvig, var klokkari í Skopunar kirkju í góð 40 ár. Áðrenn farið verður hvør til sítt, møtast vit aftan á kirkjugongdina í bygdarhúsinum, har møguleiki verður fyri ábiti.
Nógv hava longu meldað til stevnuna, men um fleiri eru, ið ætla sær við, so er enn møguleiki at melda til hjá Eyðvør Dam, Húsavík, fax. 361777/ tlf. 361061. Tilmeldingarfreistin er longd til 1. juli.
Um tit liggja inni við myndum ella øðrum áhugaverdum tilfari, so setið tykkum í samband við onkran av niðanfyrinevndu stigtakarum. Eru aðrir spurningar ella vilja tit hava endaligu skránna senda, so kunnu tit eisini nýta E-mail adressuna thorsvig2003@hotmail.com
Vegna stigtakararnar
Símun Hansen tlf 316884
Bjarki Mohr319212
Guðny Simonsen314837
Herluf Jakobsen310618
Heðin Augustinus-
sen227026
Eisenbjørg
Clementsen361583
Ásbjørg Davidsen332235