Átti í bilinum

Linda Hansen og Poul Nolsøe Sørensen úr Gøtu hava júst fingið tað stórfingnastu gávuna, ið menniskju kunnu fáa. Tann 14. september fingu tey ein fittan son. Linda átti hann í bilinum í Kollafirði

Mánanáttina 14. september klokkan hálvgum tvey sá ein lítil drongur upp á 52 cm og 3.300 gram fyri fyrstu ferð dagsins ljós. Men hetta hendi ikki á nakrari føðistovu við jarðamóður og sjúkrasystur. Beiggin kom til verðina stutt frá rundkoyringini í Kollafirði. Omman tók í móti, meðan mamman og pápin saman á baksetrinum í bilinum arbeiddu fyri at fáa hann í verðina.
? Alt gekk væl, og vit høvdu tað gott allatíðina, sigur Linda Hansen, sum er komin fullkomuliga fyri seg eftir henda heldur skakandi tilburðin, sum tó gekk væl.
Linda greiðir frá, at hon var ikki sett at eiga fyrr enn 30. september. Hon og drongurin búgva í íbúð í kjallaranum hjá foreldrunum hjá henni í Gøtu. Hetta sunnukvøldið sótu hon og mamma hennara uppi á og prátaðu inntil á leið midnátt. Tá fór Linda niðurundir, tí hon ætlaði sær í song. Hon hevði onki følt tá, men tá hon kom niðurundir, byrjaði tað so spakuliga hjá henni. Hon hugsaði tó ikki stórvegis um tað beinanvegin, tí tað var so langt áðrenn, og hetta var fyrsta barnið. Men tað versnaði skjótt.
Hon skalv illa og spýði nógv. So róptu tey bæði ungu eftir mammuni hjá Lindu, og hon ringdi suður á Landssjúkrahúsið at vita, um tey skuldu koma suður.
? Mamma fekk at vita, at vit skuldu bara taka tað róligt og koyra suður, sigur Linda og tað er ikki sørt, at hon hevur hug at flenna.
Túrin suður minnist Linda ikki so væl, so tað, sum hon sigur, hevur hon fingið frágreitt aftaná.
Hon sigur, at hon minnist, at tey søgdu, at klokkan var fimm minuttir í eitt, tá tey vóru í Skipanesi. Hon lá á baksetrinum og stríddist, meðan mamman sat framman og drongurin koyrdi. Stutt áðrenn Kollafjørð fór vatnið hjá Lindu, og tá ringdu tey og bóðu um, at ein sjúkrabilur koyrdi ímóti teimum.

Føddi í bilinum
Tá tey komu til Kollafjarðar, helt mamma Lindu, at har var tekin um, at føðingin sjálv var farin í gongd. Hon hoyrdi tað, og tað bar ikki til hjá Lindu at halda aftur, tí pressuverkirnir vóru sterkir tá. Mamman bað so Poul koyra inn til síðuna beint eftir rundkoyringina, og tað gekk ikki long tíð, so var lítli drongurin komin í verðina.
Í regni og vindi á knøunum uttanfyri bilin tók tann nýklakta omman ímóti ommusoninum.
? Vit vóru øll rólig, og tað gekk alt upp á stás, sigur Linda, sum tó heldur skemtandi hevur hug at fílast á umstøðurnar í bilinum.
? Eg hugsaði faktiskt ongantíð um, at eg møguliga fór at eiga í bilinum, so eg minnist, at eg hugsaði, at tað var so ringt at liggja á baksetrinum, tí eg fekk ikki strekt meg og trygdarbeltini lógu undir mær. Og so hugsaði eg, at fyrst skuldi eg liggja so á veg suður og síðani at stríðast á føðistovuni, men so langt kom tað jú ikki, sigur hon flennandi.
So skjótt sum beiggin var komin í verðina, ringdu tey aftur til Landssjúkrahúsið. Sjúkrabilurin var á veg, og tað ráddi einamest um at halda móður og barn heit, inntil hann kom fram, tí bæði høvdu tey tað gott.
Tað gingu tíggju minuttir, til sjúkrabilurin var á staðnum, og Linda var longu tá so birg, at hon gekk við nýfødda soninum úr bilinum til børuna og legði seg á hana. Framvegis við ókliptum nalvastrongi.
? Tá alt var yvirstaðið , og hann var komin í verðina í øllum góðum, tá hevði eg tað beinanvegin fínt, sigur hon glað á málinum.

Miðdepil
Sum vera man hava Linda, Poul og nýføddi sonurin verið miðdepil í øllum hesa vikuna. Øll hava frætt um tann óvanliga barnsburðin, sum endaði á baksetrinum í einum bili.
? Sjúkrasysturin, sum mamma tosaði við, vildi næstan ikki trúgva tí, at eg hevði átt í bilinum. Tí hetta var jú fyrsta barnið, og mamma var púra rólig allatíðina, sigur Linda.
? Eg haldi ikki, at mamma var bangin. Hon sigur, at hatta var eitt upplivilsi, men næstu ferð kann tað verða, at hon fer at stúra eitt sindur, tá tað nærkast til termin, greiðir Linda frá.
Tað er ikki ofta, at tað gongur so skjótt hjá mammum, sum skulu eiga fyri fyrstu ferð, men tað var gott fyri Lindu, at mamma hennara var so mikið rólig, at hon megnaði sín givna leiklut hesa náttina sum jarðarmóðir til eitt reint UG. Sambandið millum ommu og ommuson verður uttan iva nakað heilt serligt.
Linda sjálv letur ikki til at vera stórvegis ávirkað av hesum, men er, sum vera man hjartansfegin um, at alt spældi so væl av. Hon er ikki vorðin bangin av hesum og sigur, at hon fegin vil hava fleiri børn.
Tað fer helst at ganga ein tíð, áðrenn tosið um hesa hendingina fer at leggja seg, men tað leggur Linda onki í.
? Eg skal sjálvandi venja meg við at vera vorðin mamma, men fyrst og fremst skulu vit bara heim til Gøtu at hugna okkum, sigur nýklakta mamman at enda.