Óttin fyri tí fremmanda dripin av teimum fremmandu sjálvum

Hví koyrdi løgmaður ikki landsstýrismannin Jógvan við Keldu frá? Kom tað væl við hjá Jógvani við Keldu í øllum meldrinum, at drotningin vitjar í Føroyum hesa vikuna? Og hví er reaktiónin hjá Jenisi av Rana áhugaverd í sambandi við Rapa-hjúnini? Samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre roynir at knýta endarnar saman

Eingin veljarakanning er gjørd, síðani Jógvan við Keldu, landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum, í Degi og Viku fríggjakvøldið segði tað vera eina størri andsøgn, at hjúnini Rapa yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan.
Jógvan Mørkøre trýr, at um ein veljarakanning varð gjørd nú, so hevði Jógvan við Keldu fingið koyrilin frá veljaranum.

 - Men vit skulu minnast til, at Jógvan við Keldu hevur ikki gjørt nakað. Hatta var eitt úttalilsi. Hann hevur nokk gjørt mest skaða upp á seg sjálvan, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Andstøðan á tingi hevur róð fram ímóti, at viðmerkingarnar hjá Jógvan við Keldu áttu at fingið avleiðingar beinanvegin. Tað tykjast tær ikki at hava fingið, tí løgmaður saman við samgongu hava góðtikið umberingina hjá landsstýrismanninum. Hví koyrdi løgmaður ikki landsstýrismannin Jógvan við Keldu frá?

 - Eg trúgvi, at løgmaður hevur í huganum tað, sum hendi við seinastu samgongu. Har máttu fleiri landsstýrismenn úr sessinum, og at enda bleiv  illstøðan m.a. orsakað av hesum so mikið stór, at samgongan slitnaði; løgmaður Anfinnur Kallsberg segði allar landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum úr sessinum, og síðani varð løgtingsval útskrivað. Jóannes Eidesgaard veit, at fer hann eftir landsstýrismanni, sum flokkurin stendur saman um, so kann hann vænta, at hesin flokkur fer at brúka eitthvørt høvi at geva aftur úr somu skuffu, sigur Jógvan Mørkøre.

Jógvan Mørkøre sigur við hesum, at um Jógvan við Keldu varð koyrdur úr sessinum, so hevði vandi verið fyri, at fleiri bóltar fóru á rull av lítlum og ongum, og at stevið í samgonguni hevði verið hareftir.
 
Blakið Heindrið prins úr landinum
Tað kann hugsast at hava hjálpt upp á politisku støðuna, at drotningin við húski er á vitjan í hesum døgum. Fjølmiðlarnir brúka tað mesta av síni orku upp á kongligu vitjanina, og minni pláss verður til politiskt stríð og kegl.

Jógvan Mørkøre sigur, at tað er paradoksalt, at drotningin skuldi koma á vitjan júst nú.
 - Meðan eg var í lestrarørindum í Danmark fyrst í 80'unum, tá byrjaði alt kjakið í Danmark um útlendingar av álvara. Eg minnist serliga eina politiska plakat, har yvirskriftin var "lat okkum byrja í erva." Útlendingarnir skuldu blakast út, og byrjast skuldi við Heindriki hjá drotning Margrethu og landsliðsvenjaranum Sepp Piontek, sigur Jógvan Mørkøre. Hetta var sjálvandi satira, ið vísti á, hvussu ójavnt útlendingar vórðu viðfarnir.

 - Men søguliga hevur tað mangan verið soleiðis, at monarkar taka fremmand inn. Tað verður hildið at vera gott. Tað sama er væl galdandi fyri onnur og kanska serliga fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
 
Inklusivt ella eksklusivt
Nationalisman kann vera ein forðing fyri útlendingar, sum vilja til Føroyar at búseta seg. Seinnu árini er tjóðskaparlyndið millum føroyingar vaksið nógv. Jógvan Mørkøre sigur, at vit eiga at skyna ímillum tvey sløg av nationalismu, nevniliga ta inklusivu nationalismuna einumegin og ta eksklusivu nationalismu hinumegin.

 - Tann eksklusiva nationalisman hýsir bert teimum "røttu" fólkunum. Hetta er tann skaðiliga nationalisman. Hinvegin er tann inklusiva nationalisman meira víðfevnd, tí hon útilokar ikki fólk, sigur Jógvan Mørkøre.

 - Eg haldi, at føroyingar eru eitt sindur óavkláraðir her. Onkuntíð hevur hugburðurin hug til at vera eksklusivur, ístaðin fyri at vit síggja útlendingarnar sum eitt vælkomið íkast til samfelagið, ið kann gerast partur av okkara mentan, sigur Jógvan Mørkøre.


 - Jógvan við Keldu hevur nevnt, at vit skulu hugsa okkum um, áðrenn við opna dyrnar á víðan vegg fyri útlendingum. Tá hava ræðumyndirnar við donsku ótangunum, ið eru eftirkomarar hjá teimum fyrstu innflytarunum, verið í huganum. Men hetta er bert eitt scenario. Hin møguleikin er at síggja tað positiva scenario, har útlendingarnir kunnu vera við at menna tað føroyska samfelagið, til dømis sum Rapa-hjúnini í Vestmanna, ið eitt nú eru aktiv innan ítróttina, sigur Jógvan Mørkøre.

 - Tað virkar jú eisini umvent. Føroyingar ferðast til onnur lond at útbúgva seg og arbeiða. Er tað nakað, sum føroyski búskapurin hevur notið gott av, so er tað at vit í ringum tíðum kunnu leita aðrastaðni eftir arbeiði. Tað hevur havt ómetaligan stóran týdning. Vit sóu tað seinast undir kreppuni, at t.d.hondverkarar fóru til Danmarkar og Týsklands, sigur Jógvan Mørkøre.

Vit hava í fleiri umførum í meira enn eina øld havt mong túsund av okkara lansmonnum búsitandi og arbeiðandi í fremmandum londum. Nógv teirra búgva har enn og hava verið væl móttikini og væl viðfarin.
 
Vantandi politikkur á økinum
At føroyingar eru óavkláraðir í spurninginum um eksklusiva og inklusiva nationalismu ber boð um, at føroyskir politikarar og politiskir flokkar ikki hava ein vældefineraðan útlendingapolitikk.

 - Hjá Fólkaflokkinum er tað nokk eitt sindur av einum trupulleika, hvussu teir stilla seg yvirfyri útlendingum. Til næstseinasta fólkatingsval vóru valevni, ið beinleiðis ávaraðu ímóti muslimska vandanum. Tað var stutt aftaná álopið hjá Al Qaida á USA. Tá høvdu ið hvussu er summir fólkafloksmenn hug at vera eksklusivir. Jógvan við Keldu sigur, at vit skulu hava ein greiðan politikk á økinum. Tað hevur hann púra rætt í. Tað er tiltrongt, at vit fáa ein politikk á útlendingaøkinum. Vit mugu fáa smidligari mannagongdir, tí viðferðin av fólkunum er vánalig. Viðgerðartíðin av umsóknum teirra tekur alt ov langa tíð og ber brá av eini grundleggjandi vantandi virðing. Vit hava tørv á at fáa ein greiðan politikk, so vit kunnu fara betur við hesum fólkunum. Eg haldi ikki, at flokkarnir hava formulerað seg nóg væl enn. Í nógvum førum eru tað jú fólk, sum er blivin partur av lokalsamfelagnum, lokalar ítróttarhetjur,  sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

 - Um vit lata tað koyra víðari, so góðtaka vit, at hesi fólkini verða lýdd sum annaðfloks fólk, sigur Jógvan Mørkøre.
 
Ávirkan úr Danmark
 - Føroyingar sita við einum ótta, sum er nógv ávirkaður av einari danskari fjølmiðlamynd. Men í Føroyum hava vit ikki beinleiðis nakrar ræðusøgur. Hetta er ein ótti, sum byggir upp á eina danska fjølmiðlamynd, sigur Jógvan Mørkøre.

 - Tað er heldur hinvegin í Føroyum. Her hava vit sólskinssøgur, sum til dømis hana um hjúnini Rapa. Tá fólk síggja, at hesi eru fyrikomandi fólk og mynsturborgarar, so er tað jú meira enn nakað annað við til at drepa tann óttan, sum føroyingar kanska hava fyri útlendingum. Rapa-hjúnini og onnur eru við til at kvala óttan fyri tí fremmanda, sigur Jógvan Mørkøre.

 - Tað er eisini áhugavert í hesum kjakinum, at Jenis av Rana leggur dent á, at vit skulu fara væl við teimum fremmandu. Miðflokkurin er jú ein flokkur, sum vil berjast fyri statinum Ísrael. Í mongum førum sært tú tað aðrastaðni, at tílík støðutakan gongur hond í hond við politikki, ið fer eftir øllum, sum luktar av Islam. Tað er áhugavert at síggja, at Miðflokkurin hevur funnið eina javnvág í hesum spurningi, sum inniber, at útlendingar verða virdir sum øll onnur menniskju, sigur Jógvan Mørkøre.

 - Til síðst kunnu vit siga, at tann veldugi stuðulin, sum Rapa-hjúnini fingu úr øllum ættum, hevur vigað væl og virðiliga upp ímóti orðunum hjá Jógvani við Keldu. Men tað er greitt, at tað er klossut at koma við slíkum viðmerkingum um ávísar persónar, tí tað setur tey undir eitt órímiliga hart trýst, sigur Jógvan Mørkøre at enda.<?xml:namespace prefix = o ns = """urn:schemas-microsoft-com:office:office""" /><o:p></o:p>