Vælferðarsamfelagið er nakað, ið kemur okkum øllum til góðar, og sum flestu okkara eru fegin um og seta prís uppá.
Tí mugu vit ansa og hjúkla um okkara vælferðarsamfelag. Vit skulu tryggja eitt heilsuverk, sum veitir tænastu til øll, eina eldrarøkt við pláss fyri øllum, og øll okkara ungu skulu hava útbúgvingarmøguleikar, so tey kunnu finna teirra veg.
Har eru tó flokkar, sum royna at pilka við grundleggjandi vælferðartænastur við at lata privat áhugamál sleppa at skapa vinning uppá vælferðartørvin hjá øðrum.
Vit skulu halda fingrarnar langt burtur frá at útveita slíkar tænastur, sum heimarøkt og barnaansing, sum mest av øllum skapa vinning fyri tey fáu. Tí skulu vit sjálvandi heldur ikki taka nakað brúkaragjald fyri kjarnutænastur – hetta skapar bert størri ójavna.
Javnaðarflokkurin hevur sum eitt aðalmál at tryggja at øll, uttan mun til bakgrund, hava atgongd til somu møguleikar.
Men vit uppliva í hesum tíðum, at vælferðarsamfelagið er undir fíggjarligum trýsti, at fólkasamansetingin broytist, og at vit hava torført við at nøkta arbeiðstørvinum, eisini á vælferðarøkinum.
Ójavnin millum fólk er vaksandi – her er longri millum arbeiðaran og tey ríkastu enn nakrantíð áður, og ikki bara úti í heimi, men eisini her hjá okkum. Vit hava í stóran mun fingið eitt fíggjarligt fámannaveldi.
Tað eru flokkar, ið fara uppá val uppá júst hetta: at flyta okkum frá felagsskapinum og lata “valdið” i hendurnar á einstaklinginum, sum skal sleppa at verða “sin egen lykkes smed” og lata hánt um samhaldsfesti.
Har eru flokkar, sum eru til reiðar at bróta niður tað, sum er lagað upp síðstu mongu áratíggju – og eitt er vist, teirra størstu tankar um frambrot er at rulla aftur.
Tí er tað sera umráðandi, at tá ið tú ert í valhølunum og skal seta tín kross 26. mars, at tú hugsar um, hvat fyri samfelag tú vilt hava. Vilt tú hava eitt samfelag við samhaldsfesti, felagsskapi og eitt samfelag, har øll hava somu møguleikar, so velur tú Javnaðarflokkin. Tí hetta kemur ikki av sær sjálvum.
Vel ein sterkan Javnaðarflokk.
Gev mær tín kross !
Margit Stórá, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið













