- Tey hava spælt kring alt landið, og nú koma tey til Vágs at framføra á Ljósfestini leygarkvøldið hin 15. august.
Í Vágs kommunu vísa á, at ABBA - Tribute hevði sínar fyrstu framførslur í januar 2024, tá tey spældu tvær útseldar fagnaðarkonsertir í Norðurlandahúsinum.
- Sama ár vóru eisini 50 ár liðin, síðan ABBA vann Eurovision Song Contest við heimskenda lagnum “Waterloo”, ið verður mett sum eitt av bestu Eurovision-løgunum nakrantíð.
Nú verður høvi at uppliva ABBA - Tribute á Ljósfestini í Vági, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra fleiri av teimum kendu ABBA-løgunum, eitt nú “Super Trouper”, “Knowing Me, Knowing You”, “The Winner Takes It All” og nógv onnur.
Tónleikararnir, sum manna ABBA - Tribute til Ljósfestina í Vági, eru: Edith Dahl Jakobsen, sang, Ann Chanett Danielsen, sang, Bjarni Lisberg klaver og kór og Allan Tausen gittar og kór.
- Umframt, so eru hesi eisini við í Vági; Jan Rúni Poulsen, trummur, Kristoffur Mørkøre, bass, Ólavur Eyðunsson Gaard, el-gittar, Kristian Pauli Ellefsen, tagentar og Hans Petur í Brekkunum á saksofon.
- Vit gleða okkum til eitt rimmar ABBA-kvøld á Ljósfestini leygarkvøldið hin 15. august, siga tey í Vágs kommunu í dag.











