Tucker Carlson hevur verið í ósemju við Donald Trump, millum annað orsakað av krígnum í Iran. (Savnsmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Tucker Carlson angrar at hava stuðlað Trump: Tað fer at plága meg

Tað plágar Tucker Carlson, at hann hevur stuðlað Donald Trump. Hetta greiðir Carlson sjálvur frá í einum podcasti.

Tucker Carlson hevur verið í ósemju við Donald Trump, millum annað orsakað av krígnum í Iran. (Savnsmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Konservativi politiski viðmerkjarin og podcastarin Tucker Carlson - sum í áravís var ein sterkur stuðul hjá amerikanska forsetanum Donald Trump - biður um umbering fyri at hava stuðlað republikanaranum.

Hetta hendir í einum podcasti saman við beiggja sínum, har Tucker Carlson sigur, at hann er "órógvaður" av sínum gerðum.

Amerikanski Carlson er fyrrverandi vertur á konservativu sjónvarpsrásini Fox News og hevur ofta stuðlað forsetanum í fleiri politiskum málum, eitt nú í innflyting.

Men Carlson er nú í stóran mun vorðin óklárur við Trump og hevur seinastu tíðina verið ein harður kritikari av krígnum í Iran.

– Hetta er ein løta, har vit stríðast við okkara samvitsku. Tað fer at spøkja hjá okkum leingi, sigur hann og leggur dent á, at hetta eisini er galdandi fyri hann.

– Og eg vil siga, at eg eri keddur av at villleiða fólk, og at tað ikki var tilætlað, sigur Carlson.

Carlson hevur millum annað kallað álopið á Iran fyri "andstyggiligt og ónt".

Í podcastinum saman við beiggja sínum Buckley Carlson tosa teir báðir um, hvussu beiggi hansara skrivaði røður fyri Trump í 2015 og hvussu "pínufult núverandi svikið" hjá Trump forseta er.

Samstundis hevur Trump langað hart út eftir fleiri høgravendum viðmerkjarum, eitt nú Carlson, sum hava funniast at álopi hansara á Iran.

– Tey hava eitt til felags: lágt IQ. Tey eru býtt fólk, tey vita tað, familjur teirra vita tað, og øll onnur vita tað eisini, hevur Trump skrivað á Truth Social.

Á Truth Social hevur Trump eisini serliga nevnt Tucker Carlson sum onkran við "lágum IQ" og "sera yvirmettan".

Samstundis sigur Tucker Carlson, at hann sjálvur hevur havt ein leiklut í, at Trump nú er forseti.

– Hyggja vit aftur, so vóru tú og eg og øll hini, sum stuðlaðu honum, fløkt upp í hetta, sigur hann við beiggjan.

– Tað er ikki nóg mikið at siga: "Eg havi broytt meining." Ella: "Á, hetta er sjúkt. Eg eri ikki við í tí longur." Sjálvt um tað hevur verið lítið, so eru tú, eg og milliónir av fólkum á sera veruligan hátt orsøkin til, at hetta hendir beint nú, sigur Tucker Carlson og vísir til, at Trump nú situr við valdinum.

 

/Ritzau/

 

Tucker Carlson hevur verið í ósemju við Donald Trump, millum annað orsakað av krígnum í Iran. (Savnsmynd). - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters