Drál máar aftur støðið undan rættartrygdini

Tá mál fyrna orsakað av drúgvari viðgerðartíð, svíkur rættarskipanin – og tað er júst tað, vit síggja í aktuella málinum um Bakkafrost

Sjúrður Skaale

 

 

 

Í 2021 meldaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan Bakkafrost fyri ymisk viðurskifti. Ákæra bleiv reist, men fleiri av teimum upprunaligu skuldsetingunum eru sleptar, tí tær eru fyrnaðar meðan tær hava ligið í rættarskipanini.

 

At eitt mál fyrnar, meðan tað liggur hjá donsku myndugleikunum í Føroyum, máar støðið undan rættartrygdini.

 

Og hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar merkja sviðan av drúgvum viðgerðartíðum í rættarskipanini. Eg havi fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikarnar av, at staturin kann vera eftir fyritøkum og fólki í fleiri ár, áðrenn tey verða antin revsað ella fríkend.

 

Eitt ógvusligt dømi var, tá tveir menn úr gamla Eik-banka í 2023 blivu fríkendir eftir at hava havt eina sak hangandi yvir sær í meira enn tíggju ár.

 

Hetta var undir alt lágmark, tí hóast menninir at enda blivu formliga fríkendir fyri næstan alt, so høvdu teir rindað ein sera harðan “sosialan dóm”, ið fylgdi við skuldsetingunum. Teir mistu eisini møguleikan at virka frítt í samfelagnum.

 

Eg havi eisini víst á fleiri onnur, líknandi mál.

 

Hetta førdi í fjør til, at danska løgmálaráðið kunngjørdi nýggj átøk, sum skulu styrkja rættarøkið í Føroyum. Har stendur millum annað greitt, at tveir ákærar afturat skulu setast í Føroyum.

 

Hetta er tó ikki sett í verk enn – og dømi við Bakkafrosti vísir, at tørvurin er akuttur. Í hesum føri kann ákæran í sær sjálvum hava skatt umdømið hjá fyritøkuni, og sambært stjóranum á Bakkafrosti hevur drúgva tilgongdin verið tyngjandi fyri felagið og starvsfólk. Hetta er ikki lagi. Hinvegin kann hugsast, at fyritøkan er sloppin undan einum dómi, tí málið hevur ligið so leingi í skipanini. Tað er sjálvandi heldur ikki í lagi.

 

Veruleikin er, at ákæruvaldið, sum eigur at tryggja rættartrygdina í Føroyum, er við til at máa støði undan hesi trygd orsakað av drúgvu prosessunum.

 

Eg fari sjálvandi at taka hetta aktuella málið upp so skjótt nýggj stjórn er skipað.

 

Tað hevur hevur farnu árini eydnast at gera sera nógvar og sera stórar avtalur til stórt gagn fyri rættarøkið í Føroyum farnu árini, men einki hendir, um ein ikki støðugt ger vart við tørvin.