Tað hevur verið trýst á Adrian R. Justinussen síðani hann skifti úr Hillerød til AC Horsens.
Undan kvøldsins heimadysti í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti Esbjerg hevði Adrian lagt upp til eitt mál, men annars ikki skotið nakað kappingarmál fyri Horsens.
Tá 50 minuttir vóru leiktir brast fyri nev hjá Adriani. Hann gjørdist leysur í brotsteiginum, og hann setti bóltin framvið málverjanum hjá Esbjerg til støðuna 3-1. Adrian var ovurfegin, men tað vóru fjeppararnir og viðleikararnir eisini. Adrian var skiftur út í 73. minutti.
Talan er um sætta dystin hjá Adriani fyri Horsens í næstbestu deildini.
HER ber til at síggja fyrsta kappingarmálið hjá Adriani fyri Horsens.
Horsens vann í kvøld 4-1 á Esbjerg. Kristian Kirkegaard skoraði tvey tey fyrstu málini, meðan Julius Madsen økti til 4-1.
Horsens er nummar fýra í ovara endaspælinum við 40 stigum. Teir eru trý stig frá øðrum plássinum, har Hvidovre hevur 43 stig. Lyngby er greitt oddalið við 51 stigum.
Poul Kallsberg var á vøllinum seinasta korterið av dystinum, tá Hillerød á heimavølli tapti 1-3 fyri Lyngby. Øll málini vóru skotin á heimavølli.
Hillerød hevur á fimta plássinum 40 stig, eins og AC Horsens.











