tunnusláing
tíðindaskriv
Leygardagin kl. 14.00 skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri tunnusláing við Bursatanga í Havn. Hetta hevur verið ein afturvendandi táttur, sum av froskmonnum kring landið og áskoðarum hevur verið sera væl dámt.
Tað er ikki neyðugt at vera limur í Tórshavnar Froskmannafelag fyri at vera við til sjálva tunnusláingina, men øll sum eiga drakt eru vælkomin.
Fastur siður
Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevur 47 ár á baki, hevur seinastu mongu árini skipa fyri tunnusláing á sjónum. Hendan løtan er vanliga sera skemtilig bæði fyri limirnar og ikki minst fyri teir mongu áskoðarar, sum vanliga leita sær oman á Bursatanga hendan dagin. Børnini eru sjálvandi tey, sum stuttleika sær mest yvir hesar menn og kvinnur, sum ikki himprast við at leypa eftir høvdinum av bryggjuni á bláman.
Nýggi báturin hjá froskmannafelagnum, "NJØRÐUR" liggur sjálvandi eisini á Bursatanga henda dagin, og høvið verður hjá luttakarunum at royna vatnskíðurnar á vágni.
Kongafiskurin
Tann, ið slær tunnuna niður verður róptur fyri "Kongafiskur" og umframt at verða blakaður upp á turt, fær hann sjálvandi eisini eina gávu fyri avrikið. Vanliga verða kattakongar lyftir upp um høvd og bornir í gullstóli, men hetta letur seg sjálvsagt ikki gera á sjónum. Tí endar tunnusláingin hjá Tórshavnar Froskmannafelag ofta við einum vinarligum bardaga, hvar kongafiskurin stríðist fyri lívinum fyri at halda høvdinum omaná vatnskorpuni.