Verjuskipið hjá donsku sjóverjuni kemur til Tvøroyrar at hava tunnusláttur fyri børnum. Eina viku seinni enn vanligt, skipa Tvøroyrar Kommuna og Færøernes Kommando fyri tunnusláttri á Tvøroyri. Hetta er sera gamal siður. Verjuskipið hjá donsku sjóverjuni kemur til Tvøroyrar at hava tunnusláttur fyri børnum. Tiltakið verður 10. februar klokkan 14;00 umborð á Hvidbjørnen, ið fer at liggja við bryggju á Tvøroyri.
Leygarkvøldið 9. februar verður almennur dansur í hesum sambandi í Tvøroyrar Klubba, har Hjalmar, Dagfinn og Knút fara at spæla til dans.