Gamli stjórnarflokkurin í Turkalandi, AKP, hevur í dag vunnið greiðan meiriluta í tjóðartingsvalinum.
Aftaná at 95,5 prosent av atkvøðunum vóru taldar, lá flokkurin til at vinna 49,4 prosent av atkvøðunum. Mett verður at stjórnarflokkurin sostatt fær 316 av teimum 550 sessunum í tjóðartinginum. Tað skrivar tíðindastovan Al Jazeera.
Næststørsti flokkur gjørdist Republikanski Fólkaflokkurin við 25,3 prosentum av atkvøðunum, meðan høgri nationalistiski flokkurin Nationalist Action Party vann 12 prosent av atkvøðunum og kurdiskt-vinaligi flokkurin Peoples Democratic Party fekk 10,4 prosent.
Stjórnarflokkurin hevur harvið endurvunnið sína einaráðandi støðu í landinum, aftaná at tjóðartingsvalið í juni beindi fyri teirra reina meiriluta. Tá fekk People Democratic Party so góða undirtøku, at AKP misti meirilutan, ið flokkurin hevði havt síðstu trettan árini.
Teir fýra flokkarnir, ið ynsktu at skipa samgongu, máttu tó geva skarvin yvir, og í staðin varð nýval útskrivað. Nú AKP hevur vunnið valdið aftur, so er lítil ivi um, at flokkurin fer at stýra aleinaður.
AKP er flokkurin, ið núverandi forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdoğan, setti á stovn í 2001. Hann leiddi flokkin til sigur í trimum valum á rað, 2002, 2007 og 2011. Í 2014 legði hann tó frá sær sum floksleiðari, tá hann varð valdur til nýggjan forseta í Turkalandi. Avloysarin tá, Ahmet Davutoğlu, tekur væntandi við sum forsætisráðharri nú flokkurin aftur hevur meirilutan.
54 milliónir fólk høvdu atkvøðurætt til valið, og valluttøkan er mett at vera 86,1 prosent.