Turkar hava flutt tung vápn og loftverjurakettir til Tall al-Abyad, sum er ein av marknastøðunum á markinum millum Turkaland og Sýrialand.
Har á leiðini hava harðir bardagar verið teir seinastu dagarnar millum uppreistrarmenn og sýriska stjórnarherin, sum tykist hava sett fleiri stórálop í verk ímóti uppreistrarnonnunum.
Turkisku myndugleikarnir siga, at fleiri granatpetti hava rakt turkisku bygdina Sanliurfa, og at fyrradagin vórðu tríggir turkiskir ríkisborgarar særdir av granatpettum.