Føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum spælir í kvøld landsdyst í høllini á Hálsi, har Føroyar taka ímóti Makedonia.
Dysturin byrjar klokkan 19:00, og in.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Harafturat sigur Rás 2 eisini beinleiðis frá dystinum, sum kann hoyrast her, og til ber at síggja dystin við at trýsta á her.
Føroyar - Makedonia 15-22 (7-7)
60 min 15-22 - liðugt: Tað endaði við 15-22 sigri til gestirnar úr Makedonia, eftir hálvleiksstøðuna 7-7. Sum heild var talan um tvíbýtt føroyskt avrik. Størsta partin av fyrra hálvleiki var leikliga avrikið á føroyska liðnum framúr, men í seinna hálvleiki kom av álvara stígur í hjá føroysku kvinnunum. Tað var serliga seinna partin av seinna hálvleiki, at tað serliga gekk illa hjá føroyska liðnum. Føroysku málskjúttarnir í dystinum vóru Turið Arge við fimm málum, Kristianna H. Joensen við trimum málum, Marianna Geirsdóttir Eystberg við tveimum málum, Daniella Joensen við tveimum málum, meðan Eir Berg, Bára K. Hansen og Durita Jojic allar fingu eitt mál hvør.
55 min 15-21 til Makedonia: Munurin bara økist í høllini á Hálsi nú millum Føroyar og Makedonia, har Makedonia mestsum allan seinna hálvleik hevur verið greitt omaná. Tó hevur Turið Arge á føroyska liðnum verið eitt ljóspunkt - hon er toppskjútti á føroyska liðnum við fimm málum.
50 min 14-17 til Makedonia: Seinastu løtuna hevur bragda betur hjá føroyska liðnum í álopspartinum, tí Føroyar hava fingið trý mál. Men í verjupartinum fer framvegis ov nógv inn. Tað líkist í løtuni nógv einum sigri til Makedonia.
45 min 11-14 til Makedonia: Føroyska liðið er av álvara við at dragna afturúr í dystinum nú. Lítið kemur burturúr í álopspartinum, har tað er sjáldan at føroyska liðið kemur til vandamiklar málmøguleikar, meðan verjuparturin seinastu løtuna ikki hevur staðið líka væl, sum hann hevur gjørt fyrr í dystinum.
40 min 11-12 til Makedonia: Tað er lítið, ið skilir partarnar í høllini á Hálsi, har tað framvegis gongur javnt á. Men tíverri fyri okkum, er tað í løtuni Makedonia, sum hevur tann tepra munin. Makedonia er nú á odda við einum máli - 11-12.
35 min 9-9: Tað gongur enn javnt á, nú seinni hálvleikur er byrjaður. Fyri løtu síðani var Makedonia fyri fyrstu ferð í dystinum á odda, tá støðan var 9-8 til Makedonia, men í næsta álopinum javnaði Turið Arge fyri Føroyar. Turið Arge hevur skotið bæði málini fyri Føroyar higartil í seinna hálvleiki, og hevur fingið mál í øllum sínum royndum.
30 min 7-7 - hálvleikur: Stígur er komin í føroyska álopsspælið, tí seinastu tíggju minuttirnar er tað ikki eydnast føroyska liðnum at koma á máltalvuna. Tí er Makedonia alsamt komið nærri á stigatalvuni, og nú farið er til hálvleiks, er støðan 7-7 javnleikur. Sum heild hevur talan tó verið um gott avrik frá føroyska liðnum, har tað serliga í verjupartinum hevur gingið væl. Í álopspartinum hevur føroyska liðið tó nakað at arbeiða við. Tær sum hava skotið mál fyri Føroyar í fyrra hálvleiki eru Marianna Geirsdóttir Eystberg við tveimum málum, Eir Berg við einum máli, Turið Arge við einum máli, Bára K. Hansen við einum máli, Daniella Joensen við einum máli og Kristianna H. Joensen við einum máli.
25 min 7-5 til Føroyar: Meðan periodan frá 15 til 20 min var framúr fyri føroyska liðið, hava seinastu fimm minuttirnir ikki hilnast líka væl. Føroyska liðið hevur gjørt fleiri óprovokeraðar feilir seinastu løtuna, og tí byrjar Makedonia at koma alsamt nærri á stigatalvuni.
20 min 7-4 til Føroyar: Seinasta løtan hevur verið frálík hjá føroyska liðnum, tí Føroyar eru tríggjar ferðir komnar á máltalvuna, meðan Makedonia ongantíð er. Sum sagt er meira broddur í føroyska álopspartinum nú, meðan verjuparturin enn koyrir væl. Tað hevur hann gjørt allan dystin, og harafturat stendur Viviann Petersen væl í føroyska málinum.
15 min 4-4: Tað gongur javnt á millum Føroyar og Makedonia í høllini á Hálsi, og í løtuni er støðan 4-4 javnleikur. Flottasta málið í dystinum er komið seinastu løtuna, tá Turið Arge skoraði ein sokallaðan "flúgvara" - eitt avbera flott mál. Tað er meira broddur í føroyska álopspartinum nú.
10 min 2-1 til Føroyar: Enn eru bara trý mál komin í dystinum fyrstu 10 minuttirnar. Í verjupartinum hevur føroyska liðið staðið framúr væl, men í álopspartinum hevur føroyska liðið ikki staðið seg líka væl. Men hóast tað, er Føroyar allíkavæl á odda 2-1. Tað eru Eir Berg og Marianna Geirsdóttir Eystberg sum hava skotið tey bæði fyrstu føroysku málini.
5 min 1-0 til Føroyar: Tað eru Føroyar, sum hava fingið fyrsta málið í dystinum. Eir Berg úr Neistanum skoraði fyrsta málið hjá Føroyum. Í verjupartinum roynist føroyska liðið væl, og higartil hevur Viviann Petersen tikið allar royndirnar mótvegis føroyska málinum.
2 min 0-0: Føroyski málverjin, Viviann Petersen, er higartil byrjað ógvuliga sannførandi. Viviann hevur tikið tær báðar fyrstu royndirnar sum Makedonia hevur havt mótvegis føroyska málinum, men í hinum endanum hevur ikki eydnast Føroyar at fingið nakað mál enn.
Føroyska liðið:
Vivian Petersen, Selfoss
Fríða Petersen, VÍF
Margit W. Frímundsdóttir, Neistin
Pernille Brandenburg, Vestsyssel
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Eir M. Berg, Neistin
Tóra Eliassen, Stjørnan
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Liljan Djurhuus, VÍF
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Marianna H. Jacobsen, VÍF
Agnas Olsen, VÍF
Kristianna H. Joensen, Ikast
Marianna G. Eystberg, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil