Tvær ringar vikur hjá Arsenal

Fyri góðum tveimum vikum síðani fóru Arsène Wenger og Arsenal á vøllin í Carling Cup finaluni við møguleikanum at vinna fýra steyp hetta kappingarárið. Síðani hava teir tapt í Carling Cup finaluni, Champions League og leygardagin taptu teir eisini í FA Cup. Men Arsène Wenger tvíheldur um, at hann ger tað rætta

Tað var í 1996, at ein heldur ókendur Arsène Charles Ernest Wenger tók yvir í Arsenal. Fraklendingurin kom frá einum venjarastarvi í Japan og ilt var at síggja hvussu ein maður, ið líkist meira einum lærara enn einum venjara, skuldi fáa skil upp á menn sum Tony Adams, Steve Bould, Paul Merson, John Hartson og Martin Keown. Tað er í dag alment kent, at flestu av hesum drukku illa og millum annað Paul Merson og Tony Adams vóru bein­leiðis alkoholikarir. Tú kanst ímynda tær støðuna, tá Arsène Wenger segði við leikararnar, at hann vildi hava teir at gevast at drekka og byrja at íðka yoga.
Arsène Wenger, sum í góð sjey ár hevði verið venjari hjá Monaco, visti hvat hann gjørdi. Eitt av hansara fyrstu keypum var Patrick Vieira, sum seinni gjørdist liðskipari hjá Arsenal. Árið eftir keypti Arsène Wenger leikarar sum Marc Overmars, Emmanuel Petit og Nicolas Anelka. Og í sínum næsta kappingarári vann Arsène Wenger Premier League við Arsenal.

The »Invincibles«
Arsenal vann Premier League í 2002 og 2004. Í kappingarárinum 2003-2004 megnaðu teir enntá at spæla eitt heilt kappingarár uttan at tapa, og fáa heitið The »Invincibles«. Undangongumenn vóru millum annað Thierry Henry og Patrick Vieira. Í 2005 vinnur Arsenal FA Cup, meðan teir í 2006 koma í Champions League final­una, men tapa fyri Barcelona. Í heim­ligu kappingini gongur illa og liðið megnar akkurát at røkka fjórða plássinum. Liðið skiftir eisini frá Highbury til Emirates, meðan leik­arar sum Patrick Vieira verða seldir.

Seks ár uttan steyp
Tað eru nú skjótt seks ár síðani, at Arsenal hevur vunnið nakað. Lið­ið hevur seinnu árini ikki megna av álvara at bjóða av í odd­inum í heimligu kappingini og viðhalds­fólkini eru ótolin. Tey vilja hava topp­leikarar og steyp, meðan Arsène Wenger heldur fast um at brúka egnar ungar leikarar.
Bretsku fjølmiðlarnir eru á einu máli um, at Arsène Wenger má keypa ein góðan málmann og styrkja verjupartin. Tað var júst ein verju­villa millum miðverja og málverja, ið kostaði Arsenal í evstu løtu í Carling Cup finaluni. Hevði hatta nakrantíð hent, um David Seaman og Tony Adams ráddu fyri borgum? Neyvan! Søgan sigur, at Arséne Wenger var um reppi at keypa góðan málmann í summar, men góðar 10 milliónur krónur skiltu partarnar. Tað eru smápengar í fótbólts­heiminum, men tað eru slíkir smálutir, ið kunnu gerast mun­urin millum gull og silvur.

»Dómarin er ein joke«
Soleiðis segði Arsenal framherjin, Robin van Persie, um dómarin, ið vísti honum av vøllinum í Champions League dystinum móti Barcelona. Eftir dystin var Arsène Wenger í øðini og segði á tíð­inda­fundinum aftaná, at dóm­arin var orsøkin til, at Arsenal ikki kom víðari. Hetta hóast Barcelona í fyrra dystinum fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, tá sjón­varps­myndirnar vístu at so var ikki. Eisini var Lionel Messi feldur í brots­teiginum hjá Arsenal, men dóm­arin dømdi einki. Umframt, at Arsenal einki skot hevði á Barce­lona málið. Tað er ikki hent fyrr í Champions League søguni, at eitt lið einki skot hevur havt á mál í einum dysti, vita spanskir miðlar at siga.
Tá Arsenal var í hæddini í Champions League í 2006 var Thierry Henry undangongumaðurin, ið skoraði tey týdningarmiklu mál­ini. Í dag er Robin van Persie tann leikarin, ið skal standa fyri teim­um týdningarmálinum. Men hann hevur verið skaddur áleið helm­ingin av tíðini hann hevur verið í Arsenal. Tá Arsenal ikki kann lýta á hollendingin, so eru avloysarnir Maourane Chamakh og danin Nicklas Bendtner.
Í løtuni tá Robin van Persie varð útvístur var Arsenal omaná saman­lagt við einum góðum hálvum tíma eftir at spæla. Tað er tí skiljandi, at Arsenal viðhaldsfólk og Arsène Wenger eru óð um útvísingina, sum ongan­tíð skuldi verið komin. Men spurningurin er, um tað ikki bara hevði útsett pínuna hjá Arsenal, sum ikki sær út sum eitt lið, ið kann vinna Champions League í ár.

Sjey verjuleikarar
Leygardagin var Arsenal á vitjan á Old Trafford í FA Cup. Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, hevði valt eitt heldur øðrvísi lið til hendan dystin. Manchester United skal týskvøldið spæla í Champions League og tí hevði hann valt at spara fleiri av bestu leik­arunum. Millum annað so var mið­vøllurin mannaður av Rafael og Fabio Da Silva, Darron Gibson og John O’Shea. Arsenal kom hinvegin við sterkastu uppstilling, tó uttan Theo Walcott og Cesc Fabregas, sum báðir eru skaddir.
Var tað av neyð, at Sir Alex stilla upp við einum eykaliðið, ella veit hann okkurt um Arsenal, sum Arsène Wenger ikki veit? Dysturin end­aði við 2-0 sigri til Manchester United og upp á tvær vikur hev­ur Arsenal tapt í øll trimum steypa­kapp­inginum. Umframt, at liðið bara fekk javnleik móti Sunderland í Premier League.

Hvat nú Wenger?
Hóast kritikkurin heglar omanyvir Arsenal, so liggja teir nummar tvey í Premier League. Faktist so eru teir trý stig aftanfyri Manchester United, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Omaná á tað, so hava teir eisini ein dyst móti júst Manchester United á Emirates leikvøllinum. Tað hoyrir eisini til søguna, at Arsenal meginpartin av árinum hevur verið Thomas Vermaelen fyri uttan. Hann hevur verið ein skansi í verjuni hjá Arsenal.
– Um eg lurtaði eftir øllum kritikk­inum, so hevði eg aldrin trú, at vit liggja nummar tvey, sigur ein speiskur Arsène Wenger um kritikkin.
Arsène Wenger hevur nú tíggju dystir eftir í ár, at mótprógva øll­um kritikkinum. Vinnur Arsenal Premier League, so er verjuvillan í Carling Cup finaluni gloymt saman við tapinum á Nou Camp og á Old Trafford. Men fellur korthúsið hjá Arsène Wenger saman enn eina ferð, so eru tað seks ár síðani at maðurin, ið skapti The »Invincibles« hevur vunnið nakað.