Tvær spennandi filmsverkætlanir í stoypiskeiðini

Talan er um tvær kendar føroyskar bøkur, sum skulu filmatiserast

Gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson hevur nógv jørn í eldinum. Hann hevur seinastu nógvu mánaðirnar arbeitt áhaldandi við nýggju krimidramarøðini, TROM, sum er hann hevur stórar ambitiónir við. Les HER um tað nýggjasta við TROM.

Men nú er greitt, at hann eisini í holt við tvær aðrar føroyskar filmsverkætlanir, og hesar eru heilt nýggjar. Talan er um eina sendirøð og ein spælifilm – nevniliga "Tinganes" og "Lý" 

"Tinganes" er ein politisk krimidrama røð, sum byggir á politisku samtíðarskaldsøguna "Vit, Føroya fólk" frá 2019 eftir Bjørk Mariu Kunoy. Tá norskir myndugleikar leggja hald á skipini hjá størsta føroyska reiðarínum, stendst uttanríkispolitiskt stríð ímillum Noreg, Danmark og eitt føroyskt landsstýri, sum hevur í huga at fáa nýggja føroyska grundlóg samtykta í Løgtinginum og at loysa frá Danmark. Vit fylgja høvuðspersónunum handan leiktjøldini og koma at kenna teirra persón og privatlív aftrat tí spennandi, almennu og tíðarhóskandi síðuni av politiska leikinum. 

"Lý" er ein spælifilmur, sum tekur íblástur úr kendu western og road-movie sjangrunum eins og bestseljandi føroysku bókini í 2017, "Fractura Nasi" eftir Høgna Mohr. Vit hitta høvuðspersónin - ein miðaldrandi modernaðan mann í føroyskum klæðum og svárari samleikakreppu - ein lagnudag á eini slitnari súkklu á eini lívshættisligari ferð ígjøgnum fjallmiklu Føroyar. So smátt læra vit, hvør hesin maðurin er, hvørjum hann rýmir frá, og hvørjum hann er á veg ímóti. Hetta er fyrsti spælifilmurin hjá Torfinni Jákupssyni.

##med2##