Finnleif Guttesen
???????
Veljarar á Tvøroyri settu ikki nakrar treytir við, tá teir við stórum meiriluta atkvøddu fyri, at Suðuroyggin skuldi verða ein kommuna.
Fleiri býráðslimur søgdu fyrr alment, at teir tóku undir við, at Suðuroyggin skuldi verða ein kommuna, men hugburðurin, við at býta virksemi og íløgur um alla oynna var meira ivasamur, tí helst skuldi alt leggjast á Tvøroyri, við einari samanlegging.
Nú eru nýggir býráðslimir komnir til og vónandi hava teir ikki sama hugburð, tí so kunnu vit gloyma alt um eina skilagóða samanlegging.
Eitt ið órógvar nógv, er at eitt samt býráð tók undir við, at ellisheim skuldi byggjast á Tvøroyri og ikki sunnan fyri Hovs egg. Hesin hugburður vísur, at býráðslimir bert hava tonkt upp á egnan dunnuhyl og ikki um framburð í allari Suðuroy.
At ein meiriluti í Vágs býráð, tekur undir við sama tanka, vísur bert, at hesin meiriluti ikki tonkir nógv uppá varandi arbeiðspláss.
Suðuroy ein kommuna
Skal tað verða nøkur meining í, at leggja Suðuroy saman í eina kommunu, so vita øll, sum búleikast her suðri, at almenn arbeiðspláss mugu deilast í oynni, tí annars koma vit ikki burtur úr hesum oyði-leggjandi brigslið millum Tvøroyri og Vág.
Tað, ið vil geva eina ávísa javnvág í almennum arbeiðsplássum, er at byggja ellisheim í Vági. Kann Tvøroyrar býráð ikki taka undir við hesum uttan ávísar treytir, ja, so er hugburðurin hjá býráðslimum heldur ikki broyttur, har sagt verður ein kommuna, men alt til Tvøroyri. Og so fer eingin av hinum 6 kommununum, at taka undir við at leggja saman.
Tað verður tí spennandi at síggja, um býráðslimir á Tvøroyri, í hvussu so er ein meiriluti, tora at fara út um bøðgararnar og úr dunnuhylinum, tí veljarar á Tvøroyri hava við stórum meiriluta sagt, at teir tora.