- Tvøroyri hevur givið mær so nógv!

- Nú vil eg geva Tvøroyri tað, sum eg megni at geva, sigur borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum letur seg stilla upp aftur á kommunuvalinum komandi.

Kristin Michelsen, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu í 14 ár út í eitt, fer at stilla upp aftur á komandi kommunuvali.

 

- Tvøroyri hevur givið mær so nógv, og nú vil eg geva Tvøroyri tað, sum eg megni at geva. Eg havi fingið nógvar áheitanir um framhald, og eg ætli mær at lyfta tað álit, ið fólkið hevur víst mær.

 

Tað sigur toppskorarin í atkvøðum á undanfarnu kommunuvalum í Tvøroyrar kommunu.

 

- Sum býráðspolitikari og borgarstjóri ert tú við til at taka tøk til frama fyri økið, tú ert valdur at umboða.

 

Kristin Michelsen heldur, at størsta vinnuliga frambrotið í hansara tíð sum borgarstjóri var at fáa stóra uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic bygt á Tvøroyri. Hetta virkið hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Tvøroyrar kommunu og fyri stóran part av Suðuroynni.

 

- Ein annar ógvuliga týdningarmikil aktørur í Tvøroyrar kommunu gjøgnum fleiri ár - ein aktørur sum eisini hevur virksemi í Hvalba og aðrastaðni við - er Delta Seafood, sum eisini hevur útbygt og dagført sítt virksemi á Tvøroyri.

 

Borgarstjórin vísir á, at tey fyrstu árini, eftir at Varðin Pelagic kom, hevði Tvøroyrar kommuna og stórur partur av Suðuroynni, størsta skattavøkstur í landinum, og framvegis er góð gongd í skattainntøkunum hjá fleiri kommunum í oynni.

 

Hóast skatturin í Tvøroyrar kommunu lækkaði við 1,05 prosentum í 2016, hevur kommunan eisini í hesum árinum havt ein vøkstur í persónsskattinum. Hækkingin higartil í ár liggur um eini 3-4 prosent, sum svarar til eina meirinntøku á 1,2-1,3 miljónir krónur.

 

Borgarstjórin sigur, at hóast arbeiðið á Varðanum Pelagic er árstíðarbundið, hevur felagið eisini fólk í føstum størvum. At hava ein so stóran veitara, sum Varðan Pelagic er, merkir eisini, at virksemið smittar á aðrar fyritøkur og tænastur.

 

Tað hevur gingið striltið hjá Suðuroynni at varðveitt verandi fólkatal, og hetta er ein gongd, sum bæði er kend í útjaðaranum í Føroyum og í øðrum londum. Hetta ásannar borgarstjórin eisini.

 

- Vit kunnu bara fegnast um, at vit fingu hetta stóra virkið, tí uttan Varðan Pelagic og Delta Seafood hevði fráflytingin verið uppaftur størri. Føroyar hava eisini brúk fyri stórum aktørum, sum eru mentir at lyfta slíkar íløgur.

 

Kristin Michelsen sigur, at nú bíða tvøráfólk í spenningi eftir surimivirkinum, sum ætlandi skal royndarkoyrast seint í hesum árinum og sum skal lata upp eftir ársskiftið.