- Tónin er munandi hvassari enn hann hevur verið áður, men tað er eisini munandi meira orka í valstríðnum hesaferð.
Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, um valstríðið á Tvøroyri.
Nú er seinasti dagur av valstríðnum hesaferð og tað fer at merkja in.fo í dag. Ein teirra, sum er innarliga í valstríðnum á Tvøroyri er Søren Bruhn, sum eisini hevur verið orðstýrari til ymiskar valfundur á Tvøroyri.
Klandur og stríð hava merkt valstríð á Tvøroyri, serliga tí, at Kristin Michelsen valdi at gera nýggjan lista, heldur enn at stilla upp á Javnaðarlistanum. Sostatt eru tríggir listar, sum tvørafólk kunnu velja ímillum.
- Tað er nógv orka í valstríðnum á Tvøroyri. Tað tykist sum, at fólk veruliga brenna fyri kommunalpolitikki á Tvøroyri, og tað er gott, sigur Søren Bruhn.
Men tað er eisini ein sannroynd, at tónin hevur verið munandi hvassari.
- Álopini hava verið persónlig og tað hevur verið nakað av runublakarí. Men tað er ein trupulleiki, sum eisini er aðrastaðni, sigur Søren Bruhn.
Tað eru serliga Facebook, sum er platformurin fyri skitna tónanum.
- Til kjakfundirnar, sum hava verið, hevur tónin verið betur. Men á Facebook er ofta, at fólk fara eftir manninum heldur enn bóltinum. Tað tænir jú ongum at kjakast um mannin. Tað er bólturin, sum skal vera í fokus, sigur Søren Bruhn.
Summi hava ført fram, at valstríðið hesaferð minnir mest um amerikanskar tilstandir.
- Tað er kanska ikki so galið. Men eg haldi, at tað hevur verið nógv harðari hesaferð, enn hvat eg havi upplivað fyrr, staðfestir Søren Bruhn.
Á Tvøroyri vænta tey, at hvør listi fær tvey vald, og at tann síðsti so kann fara hvar sum helst. Og stríðið millum Bjarna Hammer og Kristin Michelsen hava øll eina hugsan um.
- Tað stendur nógv uppá spæl, men hvussu úrslitið verður er vónleyst at spáa um. Tað eru eisini ógvuliga blandaðar meiningar á Tvøroyri um, at tað nú eru tríggir listar og at splid er komið í Javnaðarflokkin her suðuri. Summi halda tað er gott, tí tey vilja broyting, meðan onnur vilja hava tað, sum tað hevur verið, sigur Søren Bruhn.