Útvísingarnar var ikki avgerandi

Útvísingarnar av Janusi Einar Sørensen og Hans Áka Dal-Christiansen miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdu støðuna hjá hoyvíkingum væl lættari. Men tað var ikki avgerandi, staðfestir Dánjal Torgarð úr H71:

– Tað var ikki júst tað, ið gjørdi størsta munin. Vit spæla betur í seinna hálvleiki, og verjan stóð aftur sera væl. Men sjálvandi verður tað lættari, tá vit eru fleiri, sigur landsliðsleikarin.

Tit hava nú vunnið tríggjar ferðir upp í slag. Hvat skyldast góða gongdin?

– Vit hava verið nógv meira avgjørdir seinastu dystirnir og hava tikið initiativ. Serliga hevur verjan riggað ótrúliga væl.

Verður H71 í finaluni í 2009?

– Eingin ivi, slær Dánjal Torgarð fast.

uni