Talan er um tær báðar Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard úr Klaksvík »som gæster Norrkøping for att studra vår musikutbilding och for att spela med svenska ungdommar?« , verður sagt í blaðnum.
Tónleikurin nær at sameina yvir øll mørk. Í hesi ond var skipað fyri vitjan í vinarbýi Klaksvíkar: Norrkøping í Mið-Svøríki. Klaksvíkar Musikkskúli hevur í samráð við kommununa fingið í lag samarbeiði við musikkskúla í Norrkøping. Í hesum føri var talan um tær báðar Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard, sum spæla tvørfloytu og blokkfloytu, sum í tríggjar vikur fingu einstaklinga undirvísing og annars spældu saman í størri bólkum í Norrkøping á Kristinaskolen, sum musikkskúlin eitur.
Verturin var ikki heilt ókendur ? Bjørn Sunnerstam, hevur undirvíst í tónleiki (floytu) í Føroyum í trý ár ? og sum blaðið sigur: »behærskar det færøiska språket rigtigt bra«.
Hanna og Ragnhild vóru sum sagt í Norrkøping í tríggjar vikur og hava fingið sera nógv burturúr bæði sjálvari undirvísingini, samanspælinum og ikki minst at vera í einum so stórum tónleikaumhvørvi o.u. 1000 næmingar í rímiliga langa tíð, siga tær báðar í stuttari viðmerking, og takka Klaksvíkar býráði og Musikkskúlanum fyri eina góða ferð.
Hetta er ikki á fyrsta sinni, at næmingar úr Klaksvíkar Musikkskúla eru á slíkari námsferð. Fyri nøkrum árum síðan vóru Marion á Dul og Agnar Ellebye Andersen í ein mánaða á sama skúla. ? Ikki er óhugsandi, at vit eisini fáa vitjan hendavegin í næstum, verður sagt úr Musikkskúlanum. ? M.a. er talan um at fáa vitjan av einum tónleikalærara úr Odense í o.u. 3 mánaðar.
Jógvan við Keldu, býráðsformaður er júst afturkomin av vitjan í Norrkøping, og varð sagt hagani, at talan var um sera góðar næmingar og virðiligar ambassadørar fyri Klaksvík í Honnu Vágsheyg og Ragnhild Ellingsgaard.
Klaksvík býráð hevur annars rættiliga ítøkiliga samvinnu við sínar vinarbýir:
Norrkøping ? útbúgving
Tammerfors ? mentan
Odense ? vinnulív
Tróndheim ? umhvørvi.