Tvær tyrlur stoyttu í dag saman vestan fyri grikska høvuðsstaðin, Athen, meðan tær luttóku í arbeiðinum at basa náttúrueldi.
Tað upplýsir grikska sløkkiliðið sambært Reuters.
Vanlukkan hendi nærindis Psatha í sunnara parti av Grikkalandi.
Leitingar- og bjargingararbeiði er sett í verk, men enn er ógreitt, um nakar hevur latið lív ella fingið skaða í samanstoytinum.
Grikkaland stríðist í hesum døgum við fleiri náttúrueldar, sum eru kyknaðir í tí turra summarveðrinum.
Fyrr í vikuni vóru stórir eldar á fleiri grikskum oyggjum, millum annað Lesbos og Kreta. Nú hava eldarnir eisini breitt seg til grikska meginlandið.











