»Jarl Borgen ? forlagsstjóri í fimti ár
Gestur á Vetrarbreytini 2. páskadag er Jarl Borgen, sum sama dag verður 79. Hetta er tó ikki einasta orsøk til samrøðuna. Hin 1. apríl hevði Jarl Borgen í samfull fimti ár rikið egið bókaforlag, forlagið Borgen, sum eisini hevur forløgini Hekla og Vindrose afturat sær.
í 1937 leyk Jarl Borgen studentsprógv á Sorø Akademi. Ein av vinmonnunum frá teirri tíðini er Regin Dahl, sum hann við gleði minnist aftur á. Eisini hevur forlag hansara givið út eina røð av føroyskum rithøvundum: William Heinesen, Jóannes Nielsen, Jógvan Isaksen og antologiir og lærubøkur. Hin nýggjasta eftir Palle Petersen »Kender du Føroyar«.
Tá Jarl Borgen í 1948 fór undir forlagsvirksemið, var hann einsamallur. Í dag er øðrvísi. Fleiri enn 40 fólk eru í føstum starvi á forlagnum, sum heldur til í Valby. Afturat hesum koma so rættlesarar og onnur, sum eru leysari knýtt at forlagnum.
Fyrstu árini komu bert einstakar bøkur frá forlagnum, í dag fevnir árliga bókaskráin hjá Borgen um eini 400 heiti, harav helvtin eru nýggjar útgávur. Fyrstu milliónatølini kundi bókhaldarin hjá Borgen kunngera í 1964, og síðani hevur bert gingið framá. Umsetningurin fór um tær 10 milliónirnar í 1976, 30 milliónir í 1986 og 43 milliónir í 1997.
Nú Jarl Borgen verður 79, taka tvey av børnunum yvir leiðsluna í felagnum.
Forlagið Borgen hevur hesar rithøvundar í skránni: C. E. Soya, Dan Turell, Michael Strunge, Benny Andersen, Piet Hein, Vagn Lundbye, Pia Tafdrup, Peter Laugesen og Ivan Malinowski.
Á fimtiára degnum høvdu bæði donsku rithøvundafeløgini skotið upp ein núlivandi danskan rithøvunda, sum skuldi fáa serliga fimtiára heiðursgávu frá Borgen. Í semju fall valið á rithøvundan Morten Sabroe. Fyri heiðurslønina, sum er 50.000 kr., fer hann til USA at kanna sambandið millum bókmentir og cyberspace. Og tað hóvar hinum 79 ára gamla Jarl Borgen heilt væl. Sambandið millum bók og margmiðlar hevur hansara stóra áhuga. »Eg beri onga ræðslu fyri bókini framyvir«, sigur hann. »Men í komandi tíðum eiga bóka- og telduhandlar at samstarva«, sigur Jarl Borgen.
Bókavørður á Vetrarbreytini annan páskadag er Annika Smith, sum starvast á Landsbókasavninum og Fróðskaparsetrinum.
Rithøvundur er Guðrun Gaard, sum undirvísir á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Birgir Kruse leggur til rættis.
Vetrarbreytin verður endursend mikudagin kl. 14.