Útvarpið er ikki undirhald

Advokaturin hjá Salong Tótu, Bjørn á Heygum, heldur ikki, at Koda kann áleggja salongini at rinda pening til tónleikafelagskapin. Orsøkin er einføld: Útvarpstónleikurin verður ikki nýttur sum undirhald hjá kundunum, men heldur er talan um eitt útvarpstól, sum flest øll onnur arbeiðspláss hava dagliga standandi frá.

-Eg havi lovað Tótu at kanna málið til botns. Einki mál av sami slagi hevur áður verið í Føroyum, og tí ætli eg mær at kanna, hvørji líknandi mál, danir hava havt. Hetta kanningararbeiðið eri eg farin undir.
Bjørn á Heygum er sakførarin hjá Salong Tótu, sum týsmorgunin var til fyrsta fyrireikingarfundin um Koda pengar. Danski tónleikafelagskapurin, Koda, sum eisini umboðar føroyskar og grønlendskar tónleikarar, krevur, at Salong Tóta rindar pening til tónleikafelagskapin, tí hon hevur eitt útvarpstól standandi frá í salongini.
Hesum sýtir eigarin av salongini, Tóta Sørensen, fyri, og tí er málið endað hjá fútanum.

Tíðindi
Kjarnan í trætuni millum Salong Tótu og Koda er, hvørt salongin nýtir tónleikin í útvarpinum sum ein undirhald hjá kundunum ella, um hon hevur útvarpið standandi frá, sum flest øll onnur arbeiðspláss í Føroyum
Bjørn á Heygum greiðir frá, at hann á fyrsta fyrireikingarfundinum í málinum millum Salong Tótu og Koda, gjørdi greitt, at Tóta fyrst og fremst nýtir útvarpstólið at lurta eftir tíðindum.
?Í øllum hurlivasanum á eini frisørsalong við fønarum og øðrum óljóði, havi eg ilt við at síggja, at hon nýtir tónleikin sum undirhald hjá kundunum, vísir Bjørn á Heygum á.

Halda lógina
Í lógini um upphavsrætt, ið upprunaliga er frá 1961, stendur ítøkiliga, at lógin eisini fevnir um frisørar, sólsentur og handlar.
Tóta Sørensen ásannaði í Sosialinum týsdagin, at vónirnar at vinna sakarmálið ikki vóru av teimum bestu, tá lóggávan hevur eina ítøkiliga áseting um frisørar. Bjørn á Heygum slær eisini fast, at sjálvsagt eiga frisørar at vera fevndir av lógini um upphavsrætt, um tónleikurin verður nýttur sum eyka undirhald hjá kundunum.
?Tónleikurin, sum er at hoyra í salongini hjá Tótu er ikki partur av undirhaldi, og tí áttu tað ikki at verið álagt henni at rinda pening til Koda. Er talan um salongir ella handlar, sum nýta tónleik sum undirhald til kundarnar, skulu tey sjálvsagt verða fevnd av lógini. Í málinum millum Tótu og Koda er hetta eftir mínum tykki ikki galdandi, og tí kann spurningur setast við, um hon eigur at rinda pening til Koda, greiðir Bjørn á Heygum at enda frá.