Tað verður møguleiki fyri seinnapartin í dag at fylgja við í, hvussu tað fer at gangast okkara landsliðsmonnum, tá teir í Spania fara at royna seg móti Andorra.
Útvarp Føroya er tann føroyski fjølmiðilin, sum hevur verið drúgvast og støðugast at fylgja landsliðnum. Longu síðst í fimti árunum segði Niels Juul Arge frá landsdystum, og síðani Føroyar fóru í 1988 gjørdust limir í altjóða fótbóltssamgonguni hevur Útvarpið sagt frá øllum 56 landsdystunum.
Í dag verður 57. landsdysturin spældur í Spania, og útvarpið fer at siga frá.
Jógvan Arge og Bjarni Johansen fóru úr Føroyum sunnudagin, og røddin á Jógvani verður ivaleyst at hoyra onkuntíð tíðliga í dag, áðrenn frásøgnin frá sjálvum dystinum byrjar klokkan 15.
Bjarni Johansen hevur onkuntíð verið á landsliðnum, og hann telist framvegis millum lyklaspælararnar hjá VB. Kanska kundi hann hjálpt onkrum liði, sum er á venjingarlegu í Spania, og sum ikki hevur nakran málverja tøkan!