Tveir kandidatar eftir

Uttan at spæla fekk B36 ein kappingarneyta minni í oddinum, og í botninum eru AB og VB/Sumba mest sum prísgivin

Fótbóltur

 

Enn eru 990 minuttir eftir av Formula-bólti hjá teimum 10 liðunum í deildini, men 16. umfarið teknaði sína týðuligu mynd av, hvussu kappingin hevur lagað seg.

Í oddinum enn tá heilt týðuligt, tá EB/Streymur á heimavølli snávaði móti B71. Samansetta liðið, sum í fjør var bara minuttir frá sínum fyrsta FM-heitið, hevur í ár havt sera trupult við at fáa glið á spælið. Og tó at úrtøkan kortini hevur verið á eini leið, so var tapið fyri B71 kanska ikki heilt so óvæntað, sum talvan annars ber boð um. Men tað staðfesti, at tað neyvan verður í ár, at EB/Streymur fer at seta seg allar ovast av øllum.

Tað stríðið tykist nú vera ein spurningur, sum B36 og NSÍ skulu greiða. Enn er B36 ovast av hesum báðum, men tað er ein veruleiki, sum skjótt kann broytast. Bæði tí B36 í næsta umfarinum – tað verður tann 5. august – hevur truplan útidyst á Sandi. Og tí B36 til ta tíð eisini kann missa tey bæði stigini, sum teir vunnu á skrivaraborðinum hjá Aganevndini hjá FSF.

 

KÍ nýtist 8 stig

Í botninum tykist dysturin nærum vera av hjá VB/Sumba og AB. KÍ kann enn ikki siga seg heilt frítt frá niðurflytingarvandanum, men sigurin hjá teimum á júst AB gav nakað av luft niður til strikuna. Og við dystum móti Skála (h), GÍ (ú) og B71 (h) fyrstu trý umførini eftir steðgin, eru vónirnar hjá KÍ helst, at tað skal bera teimum til at skræða seg púrasta úr vandaøkinum. Verður hugt at stigatalvunum fyri tey bæði seinastu árini, har eisini 27 umfør eru spæld, so skuldu eina staðni millum 20 og 23 stig verið nóg mikið fyri at sleppa sær undan niðurflyting.

Tað gevur so eina kapping, har HB, GÍ, Skála og B71 øll stríðast fyri at sleppa upp í part, tá Inter-toto plássið verður útskrivað. Megnar HB at vinna steypafinaluna, sum teir ætlandi verða partur av, so verður tað helst EB/Streymur, sum við einum triðja plássið tekur sær av hesum. Men tað er tó einki at ivast í, at eisini teir fegnir vilja hava løgmanssteypið í sín part.