Bjargingartyrla leitar út fyri Søgne. Leitað verður eftir tveimum hummarafiskimonnum, sum hava verið saknaðir í dag. Teir eru báðir funnir deyðir á sjónum í kvøld. Mynd: Tor Erik Schrøder/NTB

Tveir norskir hummarafiskimenn lótu lív í dag

Tað var um 19.45-tíðina í kvøld, at hin fyrri maðurin varð funnin, og nakað seinni varð so eisini bátsfelagi hansara funnin, báðir lívleysir og staðfestir deyðir.

Bjargingartyrla leitar út fyri Søgne. Leitað verður eftir tveimum hummarafiskimonnum, sum hava verið saknaðir í dag. Teir eru báðir funnir deyðir á sjónum í kvøld. Mynd: Tor Erik Schrøder/NTB

Tað var fyrrapartin í dag, at tveir norskir hummarafiskimenn løgdu frá landi í báti.

 

Veðrið hevur verið illfýsið á leiðini í dag, og tá menninir ikki vóru komnir til lands aftur til avtalaða tíð, varð leiting sett í verk um 17.30-tíðina lokala tíð í kvøld.

Høvuðsbjargingarsentralurin (HRS) setti stóra leiting í verk, og um 20.15-tíðina í kvøld boðaði løgreglan í Agder frá á X, fyrrverandi Twitter, at báðir menninir vóru funnir lívleysir.

 

Løgreglan legði aftrat, at tey avvarðandi høvdu fingið boðini um bátsvanlukkuna.

 

Borgarstjórin í Kristiansand, Mathias Bernander, sigur í kvøld við norska Dagbladet, at hetta er ein syrgilig vanlukka, og at tankarnir í kvøld eru hjá familjunum, sum hava mist.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at kommunan veitir teimum kreppuhjálp, sum ynskja tað eftir hesa vanlukku.

 

Bæði bjargingartyrla, bjargingarbátar og løgreglubátur vóru við í leitingini. Men, mælt varð sjálvbodnum frá at loysa bátarnar fyri at taka lut í leitingini, tí veðurvánirnar á leiðini vóru so ringar.

 

Tað var um 19.45-tíðina í kvøld, at hin fyrri maðurin varð funnin, og nakað seinni varð so eisini bátsfelagi hansara funnin, báðir lívleysir og staðfestir deyðir.

 

Sambært norsku løgregluni varð báturin, sum teir báðir vóru í, koppaður. Hendingin fór fram inni í norska skergarðinum, og sagt verður, at her var ringur sjógvur og vánaligt sýni.

 

 

 

Bjargingartyrla leitar út fyri Søgne. Leitað verður eftir tveimum hummarafiskimonnum, sum hava verið saknaðir í dag. Teir eru báðir funnir deyðir á sjónum í kvøld. Mynd: Tor Erik Schrøder/NTB