Tveir persónar fongslaðir fyri hassjsmugling

Sunnukvøldið vórðu tveir persónar tiknirfyri at smugla hassj til Føroyar

 

Tað upplýsir tollvaldið í dag.

 

Sunnukvøldið 27. februar løgdu tollararnir hald á 6 kg av hassji, sum tveir persónar royndu at smugla í land av Norrønu.

 

Málið varð latið løgregluni, og í gjár vórðu persónarnir varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.