Fríggjamorgunin um átta tíðina hendi eitt ferðsluóhapp á vegnum ímillum Streymnes og Hvalvík. Ein bilur rendi tá ikki færri enn tveir seyðir, eina ær og ein gjálving.
Røktingamaðurin varð kunnaður alt fyri eitt, og seyðirnir vórðu dripnir á staðnum.
Vakthavandi í Havn sigur, at tílík ferðsluóhapp, har bilar renna á kríatúr, koma sera ofta fyri. Tað, ið tá umræður, er at boða bóndanum ella røktingarmanninum frá skjótast tilber.