Burn: KÍF vann á Team Klaksvík

Team Klaksvík kann ikki longur røkka sætta plássinum

Savnsmynd

Skuldi Team Klaksvík halda lív í lítla matematiska møguleikanum at røkka sætta plássinum í Burn mansdeildini, so máttu teir vinna á KÍF á heimavølli í KÍ-høllini í kvøld.

 

Tað eydnaðist ikki. KÍF vann 32-25 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru kollfirðingar á odda 18-14.

 

Beinir Johannesen var við seks málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Toppskjútti hjá kollfirðingum við sjey málum var Rói Seyer Hjaltason.

 

Team Klaksvík hevur eitt stig, og teir hava fýra dystir eftir at leika. KÍF hevur 10 stig á sætta plássinum. Team Klaksvík kann í besta føri røkka níggju stigum.

 

Í morgin klokkan 15 vera tveir dystir leiktir. Teir eru StÍF-Kyndil og Neistin-VÍF. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Team Klaksvík og KÍF, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd