Tveir vinnarar afturat vórðu tiknir í Hósvík

Eingin mannfólkamanning hevur megnað at vunnið allar tríggjar kappingarnar í ár, men tað hava konufólkini umborð á Sílinum og Jarnbardi

KAPPRÓÐUR

Tað verður torført at syrgja fyri meiri væl eydnaðari kapprógving enn henni, sum var á skránni í Hósvík leygardagin. Triðja FM stevnan í hesum kappingarárinum var framúr væl eydnað. Manningarnar, sum tóku lut, geva fyrireikarunum besta skoðsmálið. Á landi og á sjónum var sera væl fyriskipað, og kappingin varð avgreidd so skjótt, sum tað ber til. Fyrsta startskotið ljóðaði klokkan trý, og klokkuni restaði tíggju minuttir í fimm, tá 10?mannaførini komu á mál.
Sammett við undanfarnu kappingarnar var aftur hesa ferð talan um nýggjar vinnarar. Nú er støðan tann, at í øllum teimum fýra mannfólkakappingunum hava tað verið fleiri enn ein vinnari. Nýggir vinnarar hesa ferð vóru tvær manningar hjá Havnar Róðrarfelag. Havnarbáturin, sum vann allar róðrarnar í fjør, vann sera spennandi kappingina millum 10?mannaførini, og Sílið við dreingjum vann kappingina millum 5?mannafør. Hjá teimum var talan um sanna uppreisn, tí Sílið varð kolldømt og fekk tískil einki stig, tá tað næstsíðsta leygardag varð kappast á Skálafjørðinum.
Einastu manningarnar, sum framvegis hava vunnið hvørja ferð, eru Sílið við gentum og Jarnbardur við kvinnum. Serliga Sílið var sera sannførandi í Hósvík.

Øðrvísi kapping
Leygardagin róðu vit framundir, at tað kundi fara at vísa seg, at fleiri FM vinnarar so at siga fóru at verða kosnir komandi leygardag, tá fjórða FM kappingin verður á jóansøku í Vági.
Men úrslitini í Hósvík kundu bent á, at tað í flestu kappingunum verður neyðugt at bíða inntil í hvussu so er á vestanstevnuni, sum verður í Miðvági 13. juli og kanska inntil á ólavsøku, áðrenn FM vinnararnir verða kosnir. Í fjør vórðu fleiri enn helvtin av FM kappingunum avgjørdar á vestanstevnuni.
Higartil hevur verið kappast á fleiri róðrarteinum. Soleiðis verður tað ikki í teimum trimum FM kappingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum. Í Vági, í Miðvági og á ólavsøku verður bara eitt túsund metra málið rógvið.
At tað bara fer at verða kappast á stutta teininum kann hava við sær, at úrslitini fara at laga seg heilt øðrvísi, enn tey hava gjørt higartil. Serliga í kappingunum, har tað frammanundan hevur verið kappast á longru teinunum, er lagt upp til spennandi og kanska øðrvísi kappingar. Her verður hugsað um 6?mannaførini við monnum, 8?mannaførini og serliga 10?mannaførini, har kappingin á longru teinunum hevur verið tættari, enn hon hevur verið nógvu tey seinastu árini.
Í fjør vann Fípan Fagra FM fyri gentur. Tjaldrið vann FM fyri dreingir. Strálan vann kappingina millum 6?mannafør við monnum, Páll Fangi vann kappingina millum 6?mannafør við kvinnur, Nevið Reyða var bestur av 8?mannaførunum, og Havnarbáturin vann FM kappingina millum 10?mannaførini. Í Hósvík var tað av hesum seks manningunum bara Havnarbáturin, sum vann, og eingin av FM vinnarunum í fjør er fremst í FM kappingini í ár. Tað boðar frá, at tað ikki altíð gongst, sum tað verður roknað við. Tí er einki at ivast í, at tað er lagt upp til ein sera spennandi seinna part av róðrarárinum 2002.