Egyptisk mótmælisfólk háðaðu amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton, tá hon var í Cairo í gjár. Fólk tveittu tomatir, vatnfløskur og skógvar eftir bilafylginum hjá uttanríkisráðharranum, sum hevði verið í Alexandria og hildið røðu um demokrati.
Tíðindastovurnar skriva, at bilurin við Hillary Clinton varð ikki raktur, men at ein egyptiskur embætismaður fekk eina tomat í andlitið.
Mótmælisfólk róptu "Monica, Monica" og sipaðu til málið millum fyrrverandi forsetan Bill Clinton og Monicu Levinsky í Hvítu Húsunum.