Tvey brak í fjórðingsfinalunum

Ein av fjórðingsfinalunum bjóðar uppá endurtøku av steypafinaluni frá 2014

Lutakast til fjórðingsfinalurnar í Løgmanssteypinu hevur í kvøld verið í 3-2 í Kringvarpinum.

 

Tað var Fróði Danielsen, nevndarlimur í FSF, sum trekti lutakastið, sum bjóðaði uppá nakrar spennandi fjórðingsfinalur.

 

Meðan NSÍ og Skála síggja út til at hava lutfalsliga lætt lutakast, har teir skulu møta liðum úr næstbestu deildini, síggja hinir dystirnir munandi meira javnir út.

 

Í Sarpugerði í Gøtu skulu steypavinnararnir seinastu fýra árini á rað, Víkingur, taka ímóti HB, sum eisini er ein endurtøka av steypafinaluni í 2014.

 

Og í Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ ímóti føroyameistarunum úr B36.

 

Dystirnir verða leiktir tann 8 mai.

 

Fjórðingsfinalurnar:

Víkingur-HB

Giza Hoyvík-Skála

KÍ-B36

NSÍ-EB/Streymur