EB-Streymur-B68 1-2 (0-0)
Fótbóltur
Toftamenn høvdu neyvan roknað við, at vitjanin á Mølini á Eiði skuldi bera trý stig við sær, uttan at teir løgdu alla orku í.
Soleiðis tørnaði tað eisini út. B68 vann 2?1, og teir vóru hjartans fegnir, tá Niklas á Líðarenda hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og tað var greitt, at kontoin hjá B68 á støðutalvuni var lívgað við trimum stigum.
? Vit mugu bara siga sum er. Hóast EB/Streymur er ímillum niðastu liðini á støðutalvuni, so vóru teir okkum sera boysnir. Eg haldi avgjørt ikki, at okkara menn undirmettu teir. Vit roknaðu við, at tað fór at verða torført, og tað var tað eisini. Tað er hugaligt at vinna tøttu dystirnar. Vit hava fingið sjey stig í trimum teimum seinastu dystunum, og tað átti at givið okkara monnum eyka hug at leggja nógv í venjingina og fyrireikingarnar annars, nú vit um tvær vikur fáa vitjan av B36, sum tykist vera sera væl fyri.
Tað er B68 formaðurin, Niclas Davidsen, sum vit tosa við. Hann minnist aftur á 1994, tá B68 spældi javnt á Eiði, og hann fegnast um, at tað hesa ferð royndist betur.
Gekk javnt á
Serliga í fyrra umfarinum var nógv ferð á. Tað gekk eitt sindur ov skjótt fyri seg í mun til tað, sum førleikin hjá spælarunum megnaði, og tí var tað ikki altíð so rudduligt. Nógvir høgir bóltar vórðu sendir ímillum brotsteigarnar báðar. Tað bar ikki teir stóru málmøguleikarnar við sær, men kortini vóru fleiri hornaspørk.
Rættuliga tíðliga hevði heimaliðið ein heilt stóran møguleika. Jón Sigurd Gleðisheygg tóktist rokna við, at B68 málverjin fór at fáa fatur á høgum innleggi. Men bólturin fór framvið málverjanum, og so tóktist EB/Streyma álopsmaðurin ikki at vera heilt klárur. Í hvussu so er stútaði hann framvið tóma málinum.
Brotsspørk og mál
Í 2. hálvleiki bríkslaði dómarin fyri tveimum brotsspørkum eftir lítlari løtu:
? Eg haldi ikki, at eg nakrantíð áður havi verið við til sovorðið. Fyrst var Mortan Hansen feldur í EB/Streyma brotsteiginum. Øssur Hansen smekkaði brotssparkið í tvørtræið aftanfyri Gunnar á Steig. Bólturin fór út frá, EB/Strreymur fór í álop, og so varð brotsspark gjørt ímóti Jón Sigurdi Gleðisheygg. Anghel Sorin var tryggur úr ellivu metrum, greiðir Niklas á Líðarenda frá. Hann hevur verið toppdómari í Føroyum í umleið eina fjórðings øld.
At heimaliðið kom á vinnarakós tóktist seta meiri futt í B68, sum hesa ferð hevði Jan C. Dam á verjukenda miðvallarplássinum, meðan Jan Petersen var í miðverjuni saman við Hans Fróða Hansen.
Álopsparturin varð styrktur, tá Marcello Marcellino avloysti Marlon Jorge, sum hevði verið vongverji í høgru. Síðsta hálva tíman høvdu toftamenn tríggjar í álopinum, og teir fingu tvey mál. Hugflogið var ikki nóg ríkt, og EB/Streyma miðverjan við Ólavi Poulsen á odda hevði tað ikki so torført, tá skrábóltar vórðu oystir innfyri málið hjá Gunnari á Steig. Men kortini eydnaðist tað B68 at tiltuska sær tvey mál.
Mortan Hansen var meistari fyri útjavnandi málinum. Nakað úti í brotsteiginum og eitt sindur til vinstru, men kortini mitt fyri, stýrdi hann við høvdinum diagonalbólti frá Arnoldi Joensen úr høgru og í handara síðunetið.
Súni Fríði Johannesen var meistari fyri fríspælingini til sigursmálið. Á EB/Streyma hálvuni vunnu toftamenn bóltin av heimaliðnum, sum harvið ikki var í verjujavnvág. Súni Fríði kundi havt roynt sjálvur ímóti málinum, men hann valdi at spæla uppaftur meiri leysa Marcello Marcellino, sum var nóg kaldur at seta bóltin framvið Gunnari á Steig.
Hjá heimaliðnum kom tað illa við, at Anghel Sorin, sum er ein stórur styrkur at hava fingið hjá EB/Strreymi, noyddist at taka seg aftur, tí hann hevði fingið ein løst.
EB/Streymur-B68 1-2 (0-0)
1-0: Anghel Sorin (br.) 56
1-1: Mortan Hansen 71
1-2: ?Marcelo? Marcelino 83
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Esmar Eiðisgarð ? Halldórur Joensen, Jákup Martin Joensen, Knút Vesturtún, Andreas Dahl, Eyðfinn Joensen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Anghel Sorin
B68: Magnus E. Poulsen ? Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen ? Mortan Hansen, Súni Fríði Johannesen