Tvey dripin og átta særd í Ukraina

Russar hava aftur lopið á ukrainska býin, Dnipro, sum russiski herurin ongantíð hevur megnað at tikið

 

Guvernørurin í Dnipro-økinum, Oleksandr Ganzha

Ukrainsku myndugleikarnir siga í morgun, at tvey fólk eru dripin og átta eru særd í russiskum álopum á Dnipro.

 

Dnipro liggur við Dnipro-ánna har eysturi í Ukraina, og hóast russiski herurin í nøkur ár hevur staðið einar 40-50 kilometrar frá býnum, hava russar ongantíð megnað at tikið býin.

 

Tað eru ukrainsku myndugleikarnir, sum í morgun upplýsa um russiska álopið í nátt og kelda er guvernørurin í økinum, Oleksandr Ganzha.

 

Hann skrivar um álopið á Telegram.

 

Tíðliga í nátt segði guvernørurin, at sjey fólk vóru særd í russiska álopinum, harav tvey børn. Seinni verður sagt, at tvey fólk eru dripin, og átta eru særd.

 

Oleksandr Ganzha legði eisini út myndir av íbúðarbygningum, sum eldur var í, og har bjargingarfólk vóru í holt við at bjarga og hjálpa fólki í leivdunum.

 

Eldur var eisini í einum handli og fleiri bilum í økinum, vístu myndirnar, sum guvernørurin, Oleksandr Ganzha, legði út.

 

 

 

Guvernørurin í Dnipro-økinum, Oleksandr Ganzha