Fyrsti U-21 landsdysturin nakrantíð á heimavølli endaði við 2-0 tapi ímóti Grikkalandi á Svangaskarði. Málini vórðu skorað í 30. og í 40. minutti. Føroyska liðið hevði serliga í seinnu helvt av 1. hálvleiki trupulleikar, og tá skoraðu grikkar tvær ferðir við høvdinum eftir innlegg úr ávikavíst vinstru og høgru.
Í 2. hálvleiki stóð føroyska liðið seg væl í verjuspælinum. Eitt sindur meiri tyngd kom í álopsspælið, og Páll M. Joensen hevði góðan møguleika at minka um munin.
Grikkar vóru betri í nærdystunum og serliga í høvuðspælinum.
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas þór Næs, Sam Jacobsen, Poul Thomas Dam, Einar Hansen (Kristoffur Jacobsen, 46.) - Levi Hanssen - Magnus Olsen, Bogi Løkin, Emil N. Leifsson (Christian R. Mouritsen, 67.), Jóhan V. Gunnarsson - Páll M. Joensen (Arnbjørn Hansen, 56.).