Tvey onnur skip fyri meirkostnaðin hjá Annitu

Annita á Fríðriksmørk ætlar at brúkar 40 milliónir afturat til nýtt vaktar- og bjargingarskip.

Eg sum skattaborgari finni meg ikki í at skula gjalda yvir 40 milliónir krónur meira fyri at byggja vaktarskipið í Føroyum heldur enn í Kina. Eg skilji ikki, hví tað kann koma uppá tal at byggja skipið fyri 118 milliónir krónur í Føroyum, tá sama skip kann byggjast í Kina fyri íalt 72,5 milliónir kr. Her má verða nakað spinnandi gali við ráðgevingini til landsstýrið, tá Føroyingar ikki kunnu byggja í Kina, meðan feløg úr Íslandi, Danmark, Norra og Svøríki í hópatali byggja í Kina.

Eg forlangi, at løgtingið vaknar og fær skil á hesum og um neyðugt fær nýggj kompitent fólk at kanna málið. Fyri hesar góðu 40 milliónir krónurnar kunnu skipini, sum eru ætlað til Norðoyggjar - og eykaskipið byggjast.

Skulu vit hava fullveldi, so skal sparast, og eg forlangi, at vit byrja nú.


Johan Dalsgaard