Tvey donsk verjuskip liggja í løtuni við kai í Nuuk við maskinbreki, og har verða tey liggjandi í minsta lagi restina av mánaðinum.
Tað skrivar DR.
Skipini Lauge Koch og Ejnar Mikkelsen eru av Knud Rasmussen-slagnum, og hetta eru somu skip, sum í 15 ár hava havt kanónir, ið ikki kunnu brúkast.
Bæði skipini hava trupulleikar við streymmotori. Annað skipið fær als ikki siglt, meðan hitt skipið kann leggja frá landi í neyðstøðu, tí motorurin bert lutvíst er í ólagi.
– Hetta er ein ónd ringrás. Verjan hevur trupult við at loysa grundleggjandi uppgávur við teimum tólum, sum tey ráða yvir, sigur Torben Ørting Jørgensen, formaður í trygdarpolitiska felagsskapinum Fólk og Trygd, við DR.
Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale sigur við DR, at tað er heilt einfalt óhaldbart, at skipini ikki kunnu røkja sínar uppgávur í Norðuratlantshavi, og at verjuskipið, sum var við Føroyar, fór til Grønlands at røkja uppgávur fyri løgdu skipini.
– Tað er eitt óheppið signal at senda. Bæði til okkara sameindu grannalond – Norra, Bretland og Ísland – og til Russland. Og tað snýr seg ikki bara um verju, men eisini um at tilbúgvingin verður verri, tá einki verjuskip er her, sum føroysk skip og tyrlur kunnu samstarva við um bjarging. Tað rætta er at smíða nýggj skip, sigur Sjúrður Skaale.
Arktisk Kommando hevur trý verjuskip av Knud Rasmussen-slagnum – Knud Rasmussen, Lauge Koch og Ejnar Mikkelsen. Tey eru bygd í ávikavist 2008, 2009 og 2016. Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, navngav Knud Ramussen í februar 2008.
Danska verjan hevur eisini fýra skip av Thetis-slagnum – Thetis, Triton, Vædderen og Hvidbjørnen. Tey eru bygd síðst í 1980'unum og fyrst í 1990'unum.
Harafturat hevur danska verjan fimm fregattir og ymisk smærri før – umframt Kongsskipið Dannebrog.