Útvið 4000 ferðafólk í Føroyum í dag

Trý stór ferðamannaskip eru á vitjan í dag. Við manning er talan um knapt 4000 fólk. Tvey av skipunum - Maasdam og Tahitian Princess eru í Havn og Saga Rose á Kollafirði.

Nógv av ferðafólkunum eru farin við bussi, bæði norðureftir og vestureftir, men nógv njóta eisini góðveðrið í høvuðsstaðnum, har gøturnar eru á tremur við ferðafólkum.

Tá vit tosaðu við Torleif Mikkelsen frá Torshipping, segði hann, at í ár skuldu íalt 50 ferðamannaskip koma til Føroyar, hann segði, at áhugin at koma hendavegin var vaksandi.

Øll trý skipini fara avstað aftur í kvøld.