Tvístøður í Føroyum skulu ikki loysast í Danmark

Nú valstríðið um fólkatingssessirnar av álvara er byrjað, eru tað mong, sum seta spurningin, hvat føroyingar skulu gera á Fólkatingi, og mong eru eisini á sjálvstýrisvonginum, ið seta spurnartekin við, hvat føroyingar yvirhøvur hava at gera einum donskum parlamenti. Eg eri av teirri sannføring, at vit føroyingar eiga at brúka allar teir pallar, vit yvirhøvur hava møguleika at brúka, til tess at varpa ljós á føroysk viðurskifti og røkja føroysk áhugamál. Men hesir pallar skulu nýtast við diplomatiskum hegni og skynsemi.

 

Fólkatingið eigur ikki at verða brúktur sum pallur, har vit draga ósemjur úr Føroyum niður á Fólkating. Tey bæði umboðini, ið koma at umboða Føroyar eiga at standa saman um føroysk áhugamál og røkja tey á fullgóðan hátt. Umboðini eiga at vera tann forlongdi armurin hjá føroyingum, og vera til hjálpar í ymsum spurningum og málum, ið hava tørv at vera loyst, um hetta er uttanríkispolitisk viðurskifti, yvirtøkur ella onnur mál, sum hava serligan  føroyskan áhuga.  

Tíverri hevur hetta ikki altíð verið galdandi. Hetta sóu vit í spurninginum  um samstarvið millum Føroyar og Russland. Her hevur  okkara javnaðarumboð á Fólkatingi tíverri ikki tosað við somu tungu sum føroyska  stjórnin, og hetta er sera óheppið  fyri føroysk áhugamál og føroyskan uttanríkispolitikk og vinnupolitikk yvirhøvur.  Istaðin fyri at bakka landsstýrið upp at fáa eina skilagóða avtalu við Russland á fiskivinnuøkinum, hevur umboð føroyinga á Fólkatingi ført fram, at hendan uttanríkispolitiska kósin skaðar umdømi føroyinga. 

At vit føroyingar ikki standa saman úteftir,  stillar okkum altíð í eina veikari støðu, og kann í ringasta føri skaða føroysk áhugamál. Eru tað viðurskfti, ið áttu at verið handfarin á ein øðrvísi hátt frá føroyskari síðu, eigur hetta  ikki at verið sýnt fram í sýnisglugganum í danska Fólkatinginum, men ført fram á ein diplomatiskan hátt á rætta stað í Føroyum.  

 

Spurningurin og gordiski politiski knúturin  um ávikavist sjálvstýrið og ríkisfelagsskap eigur sostatt heldur ikki at verða útstillaður í Fólkatinginum, tí tað er og verður ongantíð har, ið hann verður loystur. Spurningin um føroyskt sjálvstyri eigur at verða loystur í Føroyum og av tí føroyska fólkinum. 

 

At standa saman var ei okkum givið verður mangan tikið til, men latið okkum standa saman úteftir, tí hetta gevur okkum styrki og samanhald til frama fyri føroysku tjóðina. 

Annika Olsen

Valevni  Fólkafloksins til Fólkatingið