Tvørafólk binda um heilan fingur

Eisini handverkarafelagið á Tvøroyri fer at melda seg úr Føroya handverkarafelag

Nú fer handverkarafelagið á Tvøroyri eisini at melda seg úr Føroya Handverkarafelag.

Sostatt fara tvey av teimum stóru, lokalu, handverkarafeløgunum at melda seg úr Føroya Handverkarafelag, tá ið meginfelagið hevur aðalfundinum í mai.

Fyrr í vikuni gjørdi handverkarafelagið í Havn bart og samtykti næstan einmælt á fjølmentum aðalfundi mikukvøldið at melda seg úr Føroya Handverkarafelag.

Næstan 130 limir vóru á aðalfundinum og tað eru næstan 30% av limunum

Og nú eru tey á Tvøroyri so eisini komin til ta niðurstøðu, at Føroya Handverkarafelag er onki blívandi stað

Tvøroyar Handverkarafelag hevði eykaaðalfund í fríggjakvøldið.

Á skránni var eittans mál: At taka støðu til limaskapin í Føroya Handverkarafelag.Men uppmøtingin var ikki so góð, um tann í Havnini.

Einans 12 limir vóru møttu á fundi og av teimum vóru teir fýra nevndarlimir.

Tað eru ikki meiri enn eini 13% av limunum, tí í Tvøroyrar Handverkarafelag eru næstan 90 limir.

Men teir limir sum vóru, atkvøddu allir sum ein fyri, at Tvøroyrar Handverkarafelag skuldi melda seg úr Føroya Handverkarafelag.

Sostatt er Føroya handverkarafelagið farið meiri enn í helvt uppá tveir dagar.

Við sínum útvið 440 limum, átti Havnar Handverkarafelag næstan helvtina av limunum í Føroya Handverkarafelag. Og nú tvørafólk eisini takka fyri seg við sínum 90 limum, er Føroya handverkarafelag meiri enn hálverað.


Binda um heilan fingur

Jarmund Steinkross, formaður í Tvøroyrar Handverkarafelag, sigur, at tað eru ymsar grundir til, at handverkarar á Tvøroyri eru komnir til ta niðurstøðu, at tað er frægast fyri teir at melda seg úr meginfelagnum.

Men ein grund er, at tey vilja binda um heilan fingur.

­ Nú Havnin fór burturúr,

er Føroya Handverkarafelag alt ov nógv viknað, við tað, at limatalið fór niður í helvt í einum.

­ Sostatt missir Føroya Handverkarafelag brádliga helvtina av inntøkuni

­ Av tí sama stúra okkara limir fyri, at vandi er fyri, at meginfelagið verður noytt til at hækka munandi fyri at varðveita tað fíggjarliga grundarlagið undir felagnum.

Jarmund Steinkross sigur, at tey tí valdu at binda um heilan fingur og melda seg úr Føroya Handverkarafelag, fyri ikki at koma undir eitt nógv hægri limagjald til meginfelagið, enn tað nú er.

Men hann viðgongur, at tað er eisini misnøgd við ymisk viðurskiftini í Føroya Handverkarafelag, sum hevur fingið tey á Tvøroyri at taka eitt so álvarsligt stig.

Ikki minst eru tey misnøgd við pensjónsviðurskiftini.

­ Vit halda ikki, at pensjónsgrunnurin hjá Føroya Handverkarafelag er nóg góður.

Hinvegin var formaðurin í Havnar Handverkarafelag og greiddi okkum frá teirra ætlanum, og tað ljóðaði til at verða ein væl betri pensjónsskipan, teir fara undir.

Hóast Tvøroyrar Handverkarafelag hevur samtykt at taka seg úr Føroya Handverkarafelag, skal tað kortini takast við einum ávísum fyrivarni. Tí útmeldingin er á aðalfundi í meginfelagnum í mei mánaða.

Men áðrenn tað, er ársaðalfundur í Tvøroyrar Handverkarafelag, og hann er hægsta vald felagins.

Av tí, at eykaaðalfundurin, sum samtykti útmeldingina úr Føroya Handverkarafelag, var so fámentur, er ikki sagt, at málið ikki verður reist aftur á aðalfundinum.

Jarmund Steinkross sigur, at endar tað við, at felagið meldar seg úr FH, útihýsir hann ikki møguleikanum fyri einum tættari samstarvi ímillum Havnar Handverkarafelag og Tvøroyar Handverkarafelag.

­ Tað er ein spurningur, sum skal viðgerast seinni, sigur hann.